Ungu Föroyar - 01.05.1910, Blaðsíða 5

Ungu Föroyar - 01.05.1910, Blaðsíða 5
— 37 — »Hanus rógv! Hanus rógv!« So róp- aði Per, hann stóð har frammi í skuti. »Tú nýtur óivað tað megi sum er eftir einum so dýrum luti.« Tá ið hann mestur nomið tað gat, tá var á Peri frøði; men Hanus stillur á bekkinum sat, nærum deyður av møði. So letur í Hanusi: »Per og Per! eg meini tú ert ert ein dólgur; tí nú skal eg siga tær hvat hatta er: ein kavrotin hornabjølgur.* Lítil var lønin, ið Hanus fekk, úr hesum pengaskríni. Nakkalangur Per tá gekk, til húsa við veiðu síni. Finnur hin lítli. Segan um tvær øvundsjúkar systrar. (Úr Túmnd náttum og eini.) (Framhaid.) Tá ið dervisjurin hoyrdi orð kongs- sonarins, skifti hann litir, og hann bliknaði í andliti og gjørdist tungur í huga; hann stardi niður í jørðina og sat púra tigandi, so at Bahman upp- aftur tók til orða og segði: »Heilagi faðir! Skilur tú ikki orðini, eg segði við teg? Er tað so, at tú einki veitst at greiða mær frá hesum, so sig mær tað við tað sama, at eg kann fara longur fram á leið, til tess eg finni onkum, sum kann geva mær eina leið- beining.* Tøgn var eina løtu; men so tók dervisjurin aftur til orða: »Satt er tað, ferðamaður, at eg veit væl, hvar tann staðurin er, sum tú leitar eftir.« Tá segði kongssonurin: »Sig mær, der- visjur, hví dylur tú tað fyri mær, og hví vilt tú ikki lata meg tað vita?« Dervisjurin svaraði: »Tað er ein torfør leið og øgilig og vanđafull. Mangir eru teir, ið higar hava komið at spyrja meg eftir hesum veg; eg aftraðist fyri at greiða frá og varaði teir við tann vanda, sum fyri teimum lá. Men ikki góvu teir orðum mínum gætur, og teir hildu á við at bøna meg um at siga frá tí loyndarmáli, sum mær hevði dámað best at dylja í barmi mínum um allar ævir, til tess teir fingu meg at opinbera alt. Tú skalt vita, sonur mín, at øll tey djørvu reystmenni gingu burtur, ikki ein teirra kom heilur aftur, so hann kundi siga tíðindi úr ferðini. Um so er, at tú elskar lív títt, so fylg mínum ráðum, og fær ikki longur. Her er einki at dvølja eftir; men skunda tær aftur til hús * títt og heim, og til skyldfólk og vinir*. Bahman kongs- sonur stóð við sítt og svaraði: »Tú hevur sum góður og trúgvur vinur givið mær tíni bestu ráð, og eg takki tær fyri alt, sum tú segði mær. Eg leggi ikki petti lag í allan tann vanda, sum høttir meg, heldur ikki skal tín viðvørðun, sum spáar so nógv ilt, ræða meg, so at eg vendi aftur. Um ránsmenn ella fíggindur koma eftir mær, so havi eg svørð hjá mær til at verja meg við og eg eri vísur í, at eingin er førir fyri at beila mær«. Dervisjurin svaraði: »Tær verur, sum forða tær vegin fram til hin staðin, eru ikki sjónligar fyri manna eygum. Hvussu skalt tú tá verja teg ímóti teimum?« Hann svaraði: »Veri sum tað vera vil, so óttist eg tó fyri ongum, og eg biði teg bara um at visa mær vegin hagar,«

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.