Ungu Föroyar - 01.05.1910, Síða 5
— 37 —
»Hanus rógv! Hanus rógv!« So róp-
aði Per,
hann stóð har frammi í skuti.
»Tú nýtur óivað tað megi sum er
eftir einum so dýrum luti.«
Tá ið hann mestur nomið tað gat,
tá var á Peri frøði;
men Hanus stillur á bekkinum sat,
nærum deyður av møði.
So letur í Hanusi: »Per og Per!
eg meini tú ert ert ein dólgur;
tí nú skal eg siga tær hvat hatta er:
ein kavrotin hornabjølgur.*
Lítil var lønin, ið Hanus fekk,
úr hesum pengaskríni.
Nakkalangur Per tá gekk,
til húsa við veiðu síni.
Finnur hin lítli.
Segan um tvær øvundsjúkar systrar.
(Úr Túmnd náttum og eini.)
(Framhaid.)
Tá ið dervisjurin hoyrdi orð kongs-
sonarins, skifti hann litir, og hann
bliknaði í andliti og gjørdist tungur í
huga; hann stardi niður í jørðina og
sat púra tigandi, so at Bahman upp-
aftur tók til orða og segði: »Heilagi
faðir! Skilur tú ikki orðini, eg segði
við teg? Er tað so, at tú einki veitst
at greiða mær frá hesum, so sig mær
tað við tað sama, at eg kann fara
longur fram á leið, til tess eg finni
onkum, sum kann geva mær eina leið-
beining.* Tøgn var eina løtu; men so
tók dervisjurin aftur til orða: »Satt
er tað, ferðamaður, at eg veit væl, hvar
tann staðurin er, sum tú leitar eftir.«
Tá segði kongssonurin: »Sig mær, der-
visjur, hví dylur tú tað fyri mær, og
hví vilt tú ikki lata meg tað vita?«
Dervisjurin svaraði: »Tað er ein torfør
leið og øgilig og vanđafull. Mangir eru
teir, ið higar hava komið at spyrja meg
eftir hesum veg; eg aftraðist fyri at
greiða frá og varaði teir við tann
vanda, sum fyri teimum lá. Men ikki
góvu teir orðum mínum gætur, og teir
hildu á við at bøna meg um at siga
frá tí loyndarmáli, sum mær hevði
dámað best at dylja í barmi mínum um
allar ævir, til tess teir fingu meg at
opinbera alt. Tú skalt vita, sonur mín,
at øll tey djørvu reystmenni gingu
burtur, ikki ein teirra kom heilur aftur,
so hann kundi siga tíðindi úr ferðini.
Um so er, at tú elskar lív títt, so fylg
mínum ráðum, og fær ikki longur. Her
er einki at dvølja eftir; men skunda
tær aftur til hús * títt og heim, og til
skyldfólk og vinir*. Bahman kongs-
sonur stóð við sítt og svaraði: »Tú
hevur sum góður og trúgvur vinur
givið mær tíni bestu ráð, og eg takki
tær fyri alt, sum tú segði mær. Eg
leggi ikki petti lag í allan tann vanda,
sum høttir meg, heldur ikki skal tín
viðvørðun, sum spáar so nógv ilt, ræða
meg, so at eg vendi aftur. Um ránsmenn
ella fíggindur koma eftir mær, so havi eg
svørð hjá mær til at verja meg við og
eg eri vísur í, at eingin er førir fyri
at beila mær«. Dervisjurin svaraði:
»Tær verur, sum forða tær vegin fram
til hin staðin, eru ikki sjónligar fyri
manna eygum. Hvussu skalt tú tá verja
teg ímóti teimum?« Hann svaraði:
»Veri sum tað vera vil, so óttist eg tó
fyri ongum, og eg biði teg bara um at
visa mær vegin hagar,«