Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Page 5
stýrismaður tykkara og leiðbeinari bæði
nú og altið, tað veri okkara ynski bæði
fyri tykkum og ollum, ið út fara.«;.
»Farið væl, og takk fyri ynskið,« helt
skiparin og legði hondina á stýrisarmin.
»Ja, Harrin er góður fylgdarmaður, og í
navni hansara byrja vit ferð okkara.«
Hann vendi sær á til mannskapið:
»Og havi eg nú eitt ynski at bera fram
fyri tykkum, og tað er, at ósemja, kland-
ur og slutur og illstðða og alt tílfkt verður
bannlýst av skipi okkara, men at vit har-
imóti verða glaðir yvir, at tað gongst oll-
um væl, syngja og kvoða, so tað rungari«
.......»fjollunum,« helt bestimaðurin og
smíltist. »Ja, eg mundi sagt í fjollunum,«
helt skiparin.
So skiltust teir. Báturin fór aftur til
lands, og skipið til lslands — á Suður-
landið.
Áður at Drongurin fór út hetta várið,
hevði hann so smátt og smátt verið úti
um seg fyri at fáa sær eitt skip at føra
til komandi sumar; tað var málið hjá hon-
um, og var tað so hálvavegna játtað honum,
so hann var 1 góðum hýri. Tað er stutt
at siga frá, at sumarið gekk frálíka væl,
og stutt aftaná, at hann var heim aftur
komin, fekk hann avgerandi svar, at hann
skuldi fáa skipið.
Óli hevði Aærið heima um sumarið.
Hann hevði haft ein snevil um hetta, og
at hann fór út við soninum, var sjálvsagt.
Hann var vorðin ein helđur eldri maður
nú, og tessvegna hugaði hann sær til at
sleppa við sum kokkur. Men hann hevði
verið so fyrivarin, at liann hevði bilagt
sær góð oljuklæði úr Noregi; tey vóru
ikki komin enn, men tey komu víst. —
Tá tað grenjaði í vaðkallinum hjá hinum,
tá mundi hann einki fara at liggja niðri
undir, so mikið mót hevði hann um seg
sjálvan enn á gamalsaldrinum.
Ut ímóti Átventuni fór Drongurin at
ferðast, fyrst suður til keypstaðin, har
skipið lá. Har var hann so nakrar dagar
og valdi um eitt og annað, ið torvaði um-
volu; fór so við guvuskipinum »Farakundi«
norður um aftur firðir fyri at fáa sær fólk
hagani, sum hansara frændur búðu, sum
tað sigst í kvæðnum. Og so hevði hann
vlst eisini onnur smáórindi; men tað
mátti eingin hoyra, sum tað sigst í einum
óðrum kvæði. Á vegnum komu teir fram
við bygdini, har Óli búði, og hann fór so
út á »Farakunda« fyri at hitta sonin.
»Nú, stakkalur, hvussu hevir tær gingið,
og hvat dámar tær skipið?*
»Skipið er frálíkt. Tygum koma við,
pápi?«
»Ja, um eg sleppi við sum kokkur,«
helt Oli.
»Sum kokkur! Nei, tað eru tygum
ov raskur til; eg fái ivaleyst onkran til
kokk. Nei, tygum koma við sum maður;
tygum nýtist ikki av tí orsók at turast
meira, enn tygum orka.«
»Ja, ja, vit fáa at síggja,« helt Óli. —
»Hvónn ætlar tú at fáa til bestamann?«
»Eg hugsi, at eg fái Jenus á Nesi til
annan; eg ætlaði at hava tveir. Ja, pápi,
her er eingin tið at snakka; men eini tíð-
indi skal eg siga tygum, áður at tygum
fara aftur i land: Eg eri trúlovaður, og
eru tygum tann fyrsti, ið fær tað at vita,
umframt okkum bæði.«
»íðan, stakkíilur, Jesus gevi tykkum
eydnu og góða lukku. Ná! Nú pípar
hann! Ja, so má eg fara. Lukkuliga ferð,
og heilsa frændum okkara har norðuri«
»Far væl, pápi, og heilsa mammu og
systkjum. Eg komi suður aftur, tá jólini
eru farin.« So fór Óli í land, og Drong-
urin sigldi longri fram við »Farakunda«.
Ein gamal sálmur.
Ein góður vinur av »Kristl. ungdómsbl.« hevir sent
blaðinum hendan vakro, gamla sálmin. Hann hevir í
sínum ungdómi lært sálmin av ommu >íni, og nú á eldru
árum er hann runnin fram fyri hann aftur. Kanske
onkur av teimum, ið nú eru un£, hevir hug at læra hann.
Tænk paa Gud i unge Dage,
mærk mit Barn det Sandheds Ord;
tænk paa tidlig at behage
ham, som højt i Himlen bor.
Stræb at du ham elske kan
af al Hjerte og Forstand.
Stræb at ren i Sind og Tanke
du kan for hans Aasyn vanke.
Endnu Livets glađe Morgen
straaler om dit unge Fjed;
endnu lidt du kender Sorgen,
Synd og Nag og Bitterhed.
Give Gud du aldrig maa
herom rigtig Kundskab faa!
Gid du stedse her i Live
maa et Barn i Synden blive.
l.ivets Hav er fuldt af Klipper,
salig hvo som strander ej,
salig hvo ej Stjernen slipper,
som os lyser paa vor Vej.
Stjernen er vor Jesu Ord;
naar kun det i Hjertet bor,
da trods alle Skær og Banker
Gud i rette Havn os sanker.
Tag mit Barn kun til i Alder,
gak blot og i Visdom frem.
Naar da Gud dig engang kalder
til et andet bedre Hjem,