Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 5

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 5
stýrismaður tykkara og leiðbeinari bæði nú og altið, tað veri okkara ynski bæði fyri tykkum og ollum, ið út fara.«;. »Farið væl, og takk fyri ynskið,« helt skiparin og legði hondina á stýrisarmin. »Ja, Harrin er góður fylgdarmaður, og í navni hansara byrja vit ferð okkara.« Hann vendi sær á til mannskapið: »Og havi eg nú eitt ynski at bera fram fyri tykkum, og tað er, at ósemja, kland- ur og slutur og illstðða og alt tílfkt verður bannlýst av skipi okkara, men at vit har- imóti verða glaðir yvir, at tað gongst oll- um væl, syngja og kvoða, so tað rungari« .......»fjollunum,« helt bestimaðurin og smíltist. »Ja, eg mundi sagt í fjollunum,« helt skiparin. So skiltust teir. Báturin fór aftur til lands, og skipið til lslands — á Suður- landið. Áður at Drongurin fór út hetta várið, hevði hann so smátt og smátt verið úti um seg fyri at fáa sær eitt skip at føra til komandi sumar; tað var málið hjá hon- um, og var tað so hálvavegna játtað honum, so hann var 1 góðum hýri. Tað er stutt at siga frá, at sumarið gekk frálíka væl, og stutt aftaná, at hann var heim aftur komin, fekk hann avgerandi svar, at hann skuldi fáa skipið. Óli hevði Aærið heima um sumarið. Hann hevði haft ein snevil um hetta, og at hann fór út við soninum, var sjálvsagt. Hann var vorðin ein helđur eldri maður nú, og tessvegna hugaði hann sær til at sleppa við sum kokkur. Men hann hevði verið so fyrivarin, at liann hevði bilagt sær góð oljuklæði úr Noregi; tey vóru ikki komin enn, men tey komu víst. — Tá tað grenjaði í vaðkallinum hjá hinum, tá mundi hann einki fara at liggja niðri undir, so mikið mót hevði hann um seg sjálvan enn á gamalsaldrinum. Ut ímóti Átventuni fór Drongurin at ferðast, fyrst suður til keypstaðin, har skipið lá. Har var hann so nakrar dagar og valdi um eitt og annað, ið torvaði um- volu; fór so við guvuskipinum »Farakundi« norður um aftur firðir fyri at fáa sær fólk hagani, sum hansara frændur búðu, sum tað sigst í kvæðnum. Og so hevði hann vlst eisini onnur smáórindi; men tað mátti eingin hoyra, sum tað sigst í einum óðrum kvæði. Á vegnum komu teir fram við bygdini, har Óli búði, og hann fór so út á »Farakunda« fyri at hitta sonin. »Nú, stakkalur, hvussu hevir tær gingið, og hvat dámar tær skipið?* »Skipið er frálíkt. Tygum koma við, pápi?« »Ja, um eg sleppi við sum kokkur,« helt Oli. »Sum kokkur! Nei, tað eru tygum ov raskur til; eg fái ivaleyst onkran til kokk. Nei, tygum koma við sum maður; tygum nýtist ikki av tí orsók at turast meira, enn tygum orka.« »Ja, ja, vit fáa at síggja,« helt Óli. — »Hvónn ætlar tú at fáa til bestamann?« »Eg hugsi, at eg fái Jenus á Nesi til annan; eg ætlaði at hava tveir. Ja, pápi, her er eingin tið at snakka; men eini tíð- indi skal eg siga tygum, áður at tygum fara aftur i land: Eg eri trúlovaður, og eru tygum tann fyrsti, ið fær tað at vita, umframt okkum bæði.« »íðan, stakkíilur, Jesus gevi tykkum eydnu og góða lukku. Ná! Nú pípar hann! Ja, so má eg fara. Lukkuliga ferð, og heilsa frændum okkara har norðuri« »Far væl, pápi, og heilsa mammu og systkjum. Eg komi suður aftur, tá jólini eru farin.« So fór Óli í land, og Drong- urin sigldi longri fram við »Farakunda«. Ein gamal sálmur. Ein góður vinur av »Kristl. ungdómsbl.« hevir sent blaðinum hendan vakro, gamla sálmin. Hann hevir í sínum ungdómi lært sálmin av ommu >íni, og nú á eldru árum er hann runnin fram fyri hann aftur. Kanske onkur av teimum, ið nú eru un£, hevir hug at læra hann. Tænk paa Gud i unge Dage, mærk mit Barn det Sandheds Ord; tænk paa tidlig at behage ham, som højt i Himlen bor. Stræb at du ham elske kan af al Hjerte og Forstand. Stræb at ren i Sind og Tanke du kan for hans Aasyn vanke. Endnu Livets glađe Morgen straaler om dit unge Fjed; endnu lidt du kender Sorgen, Synd og Nag og Bitterhed. Give Gud du aldrig maa herom rigtig Kundskab faa! Gid du stedse her i Live maa et Barn i Synden blive. l.ivets Hav er fuldt af Klipper, salig hvo som strander ej, salig hvo ej Stjernen slipper, som os lyser paa vor Vej. Stjernen er vor Jesu Ord; naar kun det i Hjertet bor, da trods alle Skær og Banker Gud i rette Havn os sanker. Tag mit Barn kun til i Alder, gak blot og i Visdom frem. Naar da Gud dig engang kalder til et andet bedre Hjem,

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.