Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Side 16

Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Side 16
Nr. 25. 18. mai. REGLUGERÐ fyri lønjavningargruim fiski- manna um minstuløn og viðbót til fiskaprísir v. m. sambært lógarkunngerð nr. 16 frá 25. juni 1954 og løgtingslóg nr. 21 frá 6. mai 1965. Eftir løgtingslóg nr. 21 frá 6. mai 1965 um endurnýgging av skipanini um studning úr landskassanum til minstaløn og viðbót til fiskaprísin eru fylgjandi reglur fyrisettar fyri minstuløn og viðbót til fiska- prísin v. m. fyri tíðarskeiðið 1. apríl 1965 til 31. mars 1966: I. Minstaløn. § 1. 1. stk. Minstaløn verður tryggj- að manningini, mynstraðum eftir galdandi sáttmála við før- oyskum veiðuførum, eisini skiparum. Mynstraður er mað- ur, tá hann er førdur á mann- ingarlistans seinasta teig, og listin er stemplaður hjá myn- stringarstjóranum. Sama trygd verður veitt útróðramonnum til lands í Grønlandi í einum tiðarskeiði innanfyri 4% mán- aða, tó ikki útum 1. oktober, tá teir hava undirskrivað sátt- mála, sum grunnurin hevur góðkent og skrásett, og far- dagur og afturkomudagur teirra er próvførdur. Um mynstraðir menn reka silda- veiðu á føroyskum firðum, fáa teir ikki lønjavning. Fer maður uttan hóttarfall av skipi, áðrenn túrur er end- aður, hevur hann hvørki rætt til viðbót ella prísiskoyti. 2. stk. Teir, sum eftir 1. stk. hava rætt til minstuløn og hava fylt 16 ár mynstringar- dagin ella sambært almenna váttan eru uppihaldarar undir henda aldur, fáa tryggjað ein forvinning í veiðutíðini uppá kr. 1.300,00 um mánaðin, hvør túrur roknaður fyri seg. Menn undir 16 ár, sum eru ikki uppi- haldarar, fáa bert tryggjað hálva minstuløn eins og menn, sum hava mynstrað fyri minni enn heilan part, bert fáa tryggjað minstuløn í mun hertil. § 2. 1. stk. Grundarlagið fyri, hvat hvør einstakur skal fáa goldið í lønjavning, er avrokning eft- ir fiskaprísum, sum eru ikki undir teir prísir, ið eru ásettir av nevndini eftir 3. § í lógar- kunngerð nr. 16 frá 25. juni 1954, ella avrokning fyri fisk, avreiddur í Føroyum, sum eru ikki undir teir prísir, ið eru ásettir av nevndini eftir kunn- gerðini um nevnd til áseting av ráfiskaprísi, ella seldur utt- anfyri Føroyar. 2. stk. Kostútreiðslur omanfyri kr. 8,00 um dagin fyri mannin telja ikki við í útrokningini av lønjavningini. 3. stk. Við útrokning av løn- javning verður ein veiðúferð at rokna frá mynstringardegi til afturkomuđag (niðursigling við løn telur ikki við í útrokn- ingini), báðir dagar íroknaðir. § 3. 1. stk. Lønjavning verður lat- in bæði til menn í samveiðu og í sjálvdrátti. 2. stk. Lønjavning verður gold- in aftaná hvønn túr, so skjótt fullfíggjað avrokning er kom- in grunninum í hendi. § 4. 1. stk. Um maður verður sjúk- ur umborð aftaná mynstring, fer í land, og sjúkan tá bein- anvegin verður váttað av lækna og skipara sambært oyðublað, eigur hann lønjavn- ing, til hann er arbeiðsførur, tó í mesta lagi fyri 3 mánaðir, um maðurin er sjúkur so lein- gi. Sjúkraumsókn má vera grunninum í hendi í seinasta lagi 6 mánaðir aftaná, at sjúk- an byrjaði, ella óhappið hendi 2. stk. Maður, ið hevur lovað seg burtur við fiskiskipi, og fyri at sleppa at mynstra gev- ur seg undir lógfestu bróst- sjúkukanningina, og sum úr- slit av hesi kanning ikki fær mynstringarloyvi, eigur løn- javning úr grunninum eftir somu reglum sum eftir 1. stk. 3. stk. Um útróðramaður til lands í Grønlandi kemur til skaða millum tann dag, hann fer avstað, og 1. mai ella mill- um 1. oktober og til hann er aftur í Føroyum, skal hann hava sama rætt sum skipsfiski- menn til sjúkraviðbót.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.