Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Blaðsíða 16
Nr. 25.
18. mai.
REGLUGERÐ
fyri lønjavningargruim fiski-
manna um minstuløn og viðbót
til fiskaprísir v. m. sambært
lógarkunngerð nr. 16 frá 25.
juni 1954 og løgtingslóg nr. 21
frá 6. mai 1965.
Eftir løgtingslóg nr. 21 frá
6. mai 1965 um endurnýgging
av skipanini um studning úr
landskassanum til minstaløn
og viðbót til fiskaprísin eru
fylgjandi reglur fyrisettar fyri
minstuløn og viðbót til fiska-
prísin v. m. fyri tíðarskeiðið
1. apríl 1965 til 31. mars 1966:
I. Minstaløn.
§ 1.
1. stk. Minstaløn verður tryggj-
að manningini, mynstraðum
eftir galdandi sáttmála við før-
oyskum veiðuførum, eisini
skiparum. Mynstraður er mað-
ur, tá hann er førdur á mann-
ingarlistans seinasta teig, og
listin er stemplaður hjá myn-
stringarstjóranum. Sama trygd
verður veitt útróðramonnum
til lands í Grønlandi í einum
tiðarskeiði innanfyri 4% mán-
aða, tó ikki útum 1. oktober,
tá teir hava undirskrivað sátt-
mála, sum grunnurin hevur
góðkent og skrásett, og far-
dagur og afturkomudagur
teirra er próvførdur. Um
mynstraðir menn reka silda-
veiðu á føroyskum firðum, fáa
teir ikki lønjavning.
Fer maður uttan hóttarfall
av skipi, áðrenn túrur er end-
aður, hevur hann hvørki rætt
til viðbót ella prísiskoyti.
2. stk. Teir, sum eftir 1. stk.
hava rætt til minstuløn og
hava fylt 16 ár mynstringar-
dagin ella sambært almenna
váttan eru uppihaldarar undir
henda aldur, fáa tryggjað ein
forvinning í veiðutíðini uppá
kr. 1.300,00 um mánaðin, hvør
túrur roknaður fyri seg. Menn
undir 16 ár, sum eru ikki uppi-
haldarar, fáa bert tryggjað
hálva minstuløn eins og menn,
sum hava mynstrað fyri minni
enn heilan part, bert fáa
tryggjað minstuløn í mun
hertil.
§ 2.
1. stk. Grundarlagið fyri, hvat
hvør einstakur skal fáa goldið
í lønjavning, er avrokning eft-
ir fiskaprísum, sum eru ikki
undir teir prísir, ið eru ásettir
av nevndini eftir 3. § í lógar-
kunngerð nr. 16 frá 25. juni
1954, ella avrokning fyri fisk,
avreiddur í Føroyum, sum eru
ikki undir teir prísir, ið eru
ásettir av nevndini eftir kunn-
gerðini um nevnd til áseting
av ráfiskaprísi, ella seldur utt-
anfyri Føroyar.
2. stk. Kostútreiðslur omanfyri
kr. 8,00 um dagin fyri mannin
telja ikki við í útrokningini av
lønjavningini.
3. stk. Við útrokning av løn-
javning verður ein veiðúferð
at rokna frá mynstringardegi
til afturkomuđag (niðursigling
við løn telur ikki við í útrokn-
ingini), báðir dagar íroknaðir.
§ 3.
1. stk. Lønjavning verður lat-
in bæði til menn í samveiðu
og í sjálvdrátti.
2. stk. Lønjavning verður gold-
in aftaná hvønn túr, so skjótt
fullfíggjað avrokning er kom-
in grunninum í hendi.
§ 4.
1. stk. Um maður verður sjúk-
ur umborð aftaná mynstring,
fer í land, og sjúkan tá bein-
anvegin verður váttað av
lækna og skipara sambært
oyðublað, eigur hann lønjavn-
ing, til hann er arbeiðsførur,
tó í mesta lagi fyri 3 mánaðir,
um maðurin er sjúkur so lein-
gi. Sjúkraumsókn má vera
grunninum í hendi í seinasta
lagi 6 mánaðir aftaná, at sjúk-
an byrjaði, ella óhappið hendi
2. stk. Maður, ið hevur lovað
seg burtur við fiskiskipi, og
fyri at sleppa at mynstra gev-
ur seg undir lógfestu bróst-
sjúkukanningina, og sum úr-
slit av hesi kanning ikki fær
mynstringarloyvi, eigur løn-
javning úr grunninum eftir
somu reglum sum eftir 1. stk.
3. stk. Um útróðramaður til
lands í Grønlandi kemur til
skaða millum tann dag, hann
fer avstað, og 1. mai ella mill-
um 1. oktober og til hann er
aftur í Føroyum, skal hann
hava sama rætt sum skipsfiski-
menn til sjúkraviðbót.