Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1973, Blaðsíða 20

Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1973, Blaðsíða 20
72 Stendur næmingur ikki prógv, skal alt verða um- afturtikið. Tað kann ikki vera fyrr enn næstu próv- tíð. Næmingur hevur rætt til at fara 3 ferðir til próvs við exam.art.-námið, tó so- leiðis at næmingur kann bert geva seg fram til próvs við Fróðskaparsetrið treytað av tí, at kent verð- ur í lærugreinini. Innihald námsins. Lestrarsetningur og set- ningstreytir verða gjørd í samráð við deildina, sum við atliti at serkunnleika á staðnum og møguliga ser- kunnleika hjá próvdómar- um í øðrum Norðurlondum góðkennir setning og set- ningstreytir fyri hvønn næming sær. Latín Við tað at hvørki aðal- grein ella serritgerð er í sambandi við exam.art.- námið, er latínkunnleiki ókravdur. í framhaldsnámi, cand. phil.- og mag.art.-námi, verður latínkunnleiki kravdur, so sum aðalgrein og serritgerð eru til. Undantaksloyvi. Setursráðið kann veita undantaksloyvi frá allari hesi námsskipan ella pørt- um av henni eftir umstøð- um og eftir tilmæli frá deildini. Hetta verður gjørt kun- nugt. Føroya landsstýri, 14. mai 1973. Ásbjørn Joensen landsstýrismaður / J. Ellendersen

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.