Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1973, Blaðsíða 35

Føroya kunngerðasavn A og B - 24.08.1973, Blaðsíða 35
Nr. 41. KUNNGERÐ um 17. juli. fólkaatkvøðu um uppskotið til løgtingslóg um innflutn- ing og sølu av rúsđrekka (aíkvøðureglurnar v. m.). Eftir § 12 i uppskoti til løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum samtykt er av løgtinginum 14. april 1973, er álagt landsstýrinum at skipa fyri fólkaatkvøðu, um uppskotið skal staðfestast og kunn- gerast sum lóg. Vísandi hertil fyrisetur lanasstýrið fylgjandi: § 1. Fólkaatkvøða um lógaruppskotið skal setast í gilđi fer fram 8. november 1973. Rætt at taka lut í atkvøð- uni hava øll, sum valdagin lúka treytirnar um valrætt til løgtingið og eru á vallista til løgtingsval. 2. stk. Fyri at uppskotið ikki verður at staðfesta og at kunngera sum løgtingslóg krevst, at ein meiriluti av teimum luttakandi løgtingsveljarunum, tó í minsta lagi 33% av teimum, sum hava atkvøðurætt, atkvøða ímóti uppskotinum. § 2. Kommunurnar hava skyldu til 5 vikur áðrenn atkvøð- una at leggja vallistarnar fram til alment eftirlit í eina viku við høvi til kæru. Viðvákjandi vallistunum, leiðslu av atkvøðugreiðsluni, útvegan av hølum og atkvøðu- køssum v.m. galda reglurnar í lóg um Føroya løgting tilsvarandi. § 3. Atkvøðugreiðslan fer fram skrivliga á atkvøðuseðlum, sum landsstýrið útvegar. 2. stk. Á atkvøðuseðlunum skulu orðini »Ja< og »Nei« vera týðiliga prentað hvørt undir øðrum. Á atkvøðu- seðlunum skal eisini vera prentað atkvøðudagur og -ár og lógartittul. § 4. Veljarar skulu møta persónliga, smbr. tó § 5 um brævatkvøður. Atkvøtt verður soleiðis, at hann, sum atkvøður fyri lógaruppskotinum, setur ein kross við orðið »Ja«, meðan hann, ið atkvøður ímóti, setur ein kross við orðið »Nei«. 2. stk. Atkvøðugreiðslan fer annars fram eftir somu reglum sum til løgtingsval. § 5. Atkvøtt kann eisini vera við brævi eftir reglunum um val til løgtingið. Landsstýrið útvegar neyðugar at- kvøðuseðlar, fylgisskjøl og brævbjálvar til atkvøðu- greiðsluna.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.