Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Side 18

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Side 18
190 Nr. 74 KUNNGERÐ um trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar í 1994 11. mai Við heimild í § 9, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap hevur Føroya Landsstýrið saman við Fiskivinnunevnd Løgtingsins fyrisett: § 1. Eftir umsókn og við loyvisbrævi frá landsstýrin- um er hóast forboðið í kunngerð nr. 52 frá 26. mars 1993 við seinni broytingum um fiskiskapin á land- leiðini við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, loyvt fiskiførum, sum eru 55 skrásett tons brutto (BRT) til støddar og minni at veiða innanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum á økjum, jb. kortskjal, við reiðskapi og leiðbeining sambært hesum reglum og reglum ásettar í fiskiloyvinum. Leiðir: Øki 1: Millum 360° rættvísandi úr Norðbergi (62021’16”N, 06°17’59”V) og 108° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16”N, 06°17’59”V) frá 12 fjórð- inga markinum inn at 6 fjórðingum úr landi í tíðar- skeiðinum 9. mai 1994 til 31. juli 1994, báðir đagar íroknaðir. Øki 2: Millum 108° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16”N, 06°17’59”V) og 90°0 rættvísandi úr Skoruni (62°10’42”N, 06°26’00”V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 6 fjórðingum úr landi í tíðarskeið- inum 1. juli 1994 til 31. juli 1994, báðir dagar írokn- aðir. Øki 3: Millum 90° rættvísandi úr Skoruni (62°10’42”N, 06°26’00”V) og 117° rættvísandi úr Borðuni (61°56’48”N, 06°37’30”V) frá 9 fjórð- ingum úr grundlinjuni inn at 6 fjórðingum úr landi í tíðarskeiðunum frá 9. mai 1994 til 31. mai 1994 og frá 15. juni 1994 til 31. juli 1994, báðir dagar írokn- aðir. Øki 4: Millum 90° rættvísandi úr Borðuni (61°56’48”N, 06°37’30”V) og 117° rættvísandi úr Borðuni (61°56’48”N, 06°37’30”V) frá 9 fjórðing- um úr grundlinjuni inn at 5 fjórðingum úr landi og á leiðini millum 117° rættvísandi úr Borðuni (61°56’48”N, 06°37’30”V) og 117° rættvísandi úr Skálhøvda (61°49’45”N, 06°37’30”V) frá 12 fjórð- inga markinum inn at 5 fjórðingum úr landi í tíðar- skeiðunum frá 9. mai 1994 til 15. juni 1994 og frá 1. juli 1994 til 31. juli 1994, báðir dagar íroknaðir. Øki 5: Millum 240° rættvísandi úr Ømanípuni (61°38’48”N, 06°58’30”V) og 240° rættvísandi úr Lopranseiði (61°26’30”N, 06°47’00”V) frá 12 fjórð- inga markinum inn at 8 fjórðingum úr grundlinjuni í tíðarskeiðunum frá 16. mai 1994 til 26. mai 1994 og frá 15. juni 1994 til 30. juni 1994, báðir dagar írokn- aðir. Øki 6: Vestanfyri Sandoynna innanfyri linjur drign- ar millum hesi støð: 1.61°48’40”N,07°12’15”V 2.61°45’08”N,07°21’25”V 3.61°56’52”N, 07°37’15”V 4.61°57’30”N,07°35’45”V 5. 61°52’55”N, 07°16’10”V í tíðarskeiðunum frá 15. mai 1994 til 31. mai 1994 og frá 30. juni 1994 til 15. juli 1994, báðir dagar íroknaðir. Øki 7: Vestanfyri Sandoynna innanfyri linjur drign- ar millum hesi støð: 1.61°52’40”N,07°46’15”V 2.61°41’25”N,07°31’10”V 3. 61°39’35”N, 07°36’05”V 4. 61°50’35”N, 07°50’50”V í tíðarskeiðinum frá 1. juni 1994 til 15. juni 1994 og frá 15. juli 1994 til 31. juli 1994, báðir dagar írokn- aðir. Øki 8: Millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08’48”N, 07°26’00”V) og 315° rættvísandi úr Mýlingi (62°18’11”N, 07°12’30”V) millum 10 og 13 fjórðingum úr gmndlinjuni í tíðarskeiðunum frá 9. mai 1994 til 30. juni 1994, báðir dagar íroknaðir. Øki 9: Millum 360° rættvísandi úr Rivtanga (62°20’20”N, 06°58’24”V) og 360° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16”N, 06°17’59”V) frá 12 fjórð- inga markinum inn at 10 fjórðingum úr landi í tíðar- skeiðinum 20. mai 1994 til 5. juli 1994, báðir dagar íroknaðir. Stk. 2. Tað er ikki loyvt at veiða sunnudag, frá mid- nátt leygarkvøld til midnátt sunnukvøld. § 2. Tað er bert loyvt at nýta trol, sum ikki í nøkmm parti hevur meskar, sum fara niður um 120 mm. Stk. 2. Partroling er ikki loyvd. § 3. Ásett verður, at veiðan av toski og hýsu ikki fara uppum egnu- ella felagskvotu ásett fyri avvarð- andi fiskifar eftir lógini. Stk. 2. Veiðan skal øll verða landað um eina av Fiskiveiðieftirlitinum góðkenda innvigingarskipan. § 4. Einki felag/bátar, sum ikki hevur rikið troling innanfyri 12 fjórðingar í 1993, fær fiskiloyvi til henda fiskiskap í 1994. § 5. Brot á hesa kunngerð ella leiðbeiningar verður revsað eftir lógini. § 6. Henda kunngerð fær gildi beinanvegin. FØROYA LANDSSTÝRI, 11. mai 1994 Thomas Arabo (sign.) landsstýrismaður /Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.