Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Side 20
192
Nr. 75 16. mai
KUNNGERÐ
um
íslendska fiskiveiðu á ytru landleiðini eftir sild og makreli í 1994
Við heimild í § 9, stk. 2 og § 25 í løgtingslóg nr. 28
frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap hevur
landsstýrið saman við fiskivinnunevnd løgtingsins
fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 10 í løgtingslóg nr. 28 frá 10.
mars 1994 um vinnuligan fiskiskap er í 1994 loyvt
skipum, skrásett og heimahoyrandi í Islandi at reka
fiskiskap á ytru landleiðini uttan fyri 12 fjórðingar
frá grundlinjunum eftir sild og makreli við nót.
§ 2. Loyvda veiðan er 2.000 tons av sild og 1.000
tons av makreli.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í §
1 er, at:
1) skipið hevur fiskiloyvi,
2) Fiskiveiðieftirlitið, áðrenn fiskiskapur verður
byrjaður, fær boð um navn skiparans, skipanavn,
skráseting og radiofrámerki, havnaskrásetingar-
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto-
og nettotonnagu, maskinhestakreftir og veiðu-
hátt,
3) skipið sigur Fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tað
kemur inn á landleiðina, hvar tað er statt og um
hvat ætlanin er at veiða og
4) upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið
kemur á landleiðina, flokkað í fískasløg og -
nøgd.
5) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskiveiðieftirlit-
inum frá, hvar tað er statt kl. 07.00 GMT og frá
dagligu veiðuni,
6) skipið sigur Fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tað fer
av landleiðini, hvar tað er statt og samstundis
gevur upp mettu veiðunøgdina,
7) fráboðanir verða sendar yvir Tórshavn Radio
ella telefaks til 13981.
§ 4. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava
loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burtur-
stúgvaður á sínum natúrliga staði.
§ 5. Fiskiskapurin eftir makreli (Scomber scom-
brus), ið er minni enn 30 cm. máldur fremst frá
høvdinum til aftast á stertinum, er ikki loyvdur, tó
kunnu upp til 20% eftir vekt í eini last vera undir-
mátsfiskur.
§ 6. Brot á ásetanir í hesi kunngerð verða revsað
eftir lógini, og heraftrat kann allur fiskireiðskapur
og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eis-
ini heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyv-
ið kann verða tikið aftur eftir reglunum ílógini.
§ 7. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er
kunngjørd.
FØROYA LANDSSTÝRI, 13. mai 1994
Thomas Arabo (sign.)
landsstýrismaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)