Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Qupperneq 20

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Qupperneq 20
192 Nr. 75 16. mai KUNNGERÐ um íslendska fiskiveiðu á ytru landleiðini eftir sild og makreli í 1994 Við heimild í § 9, stk. 2 og § 25 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap hevur landsstýrið saman við fiskivinnunevnd løgtingsins fyrisett: § 1. Hóast forboðið í § 10 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap er í 1994 loyvt skipum, skrásett og heimahoyrandi í Islandi at reka fiskiskap á ytru landleiðini uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum eftir sild og makreli við nót. § 2. Loyvda veiðan er 2.000 tons av sild og 1.000 tons av makreli. § 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at: 1) skipið hevur fiskiloyvi, 2) Fiskiveiðieftirlitið, áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn skiparans, skipanavn, skráseting og radiofrámerki, havnaskrásetingar- bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhestakreftir og veiðu- hátt, 3) skipið sigur Fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tað kemur inn á landleiðina, hvar tað er statt og um hvat ætlanin er at veiða og 4) upplýsir veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað í fískasløg og - nøgd. 5) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskiveiðieftirlit- inum frá, hvar tað er statt kl. 07.00 GMT og frá dagligu veiðuni, 6) skipið sigur Fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tað fer av landleiðini, hvar tað er statt og samstundis gevur upp mettu veiðunøgdina, 7) fráboðanir verða sendar yvir Tórshavn Radio ella telefaks til 13981. § 4. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burtur- stúgvaður á sínum natúrliga staði. § 5. Fiskiskapurin eftir makreli (Scomber scom- brus), ið er minni enn 30 cm. máldur fremst frá høvdinum til aftast á stertinum, er ikki loyvdur, tó kunnu upp til 20% eftir vekt í eini last vera undir- mátsfiskur. § 6. Brot á ásetanir í hesi kunngerð verða revsað eftir lógini, og heraftrat kann allur fiskireiðskapur og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eis- ini heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyv- ið kann verða tikið aftur eftir reglunum ílógini. § 7. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. FØROYA LANDSSTÝRI, 13. mai 1994 Thomas Arabo (sign.) landsstýrismaður / Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.