Føroya kunngerðasavn A og B - 20.05.1994, Síða 21
193
Nr.76
LØGTINGSLÓG
um
tinglýsingargjøld v.m.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Fyri tinglýsing verður rindað eitt gjald, sum er
100 kr.
§ 2. Gjaldið verður rindað fyri eitthvørt skjal, ið
verður fráboðað til tinglýsing.
§ 3. Verður eitt skjal, ið ikki kemur undir tað í § 5,
stk. 3 nevnda føri, víst burtur, verður nýtt gjald ikki
rindað, um skjalið verður fráboðað til tinglýsing av
nýggjum innan 3 mánaðir roknað frá fyrstu fráboð-
anini til tinglýsing.
§ 4. Tinglýsing er ókeypis av
1) adressubroytingum,
2) myndugleikatøku og løgverjumálum, jbr. § 48 í
løgtingslóg um tinglýsing,
3) fráboðanum, sum nevndar í § 13 í løgtingslóg
um tinglýsing,
4) áheitan um búskilnað, jbr. § 43 í lóg um rætt-
virknað hjúnalagsins,
5) sjálvræðisfrátøka sambært § 66 í lóg um skifti
av deyðsbúgvi og felagsbúgvi og
6) sjálvræðisfrátøka sambært § 26 í konkurslógini.
Stk. 2. Ókeypis er haraftrat áheitan um:
1) avlýsing,
2) avtøku av rættarviðmerkingum,
3) freistarleingjan ella endaliga innføring í ting-
bókina av einum skjali, sum er tinglýst við
freist, og
4) striking av rættindum, sum ikki hava fingið
fulnað við tvingsilssølu, jbr. § 581 í rættargangs-
lógini.
§ 5. Gjaldið fellur til gjaldingar, tá skjalið verður
fráboðað til tinglýsing.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað við, at skjalið verður
stemplað við tinglýsingarskrivstovunnar kassa.
Stk. 3. Verður gjaldið ikki goldið samstundis við
fráboðanina, verður skjalið burturvíst frá dagbókini.
Um so er, fellur gjaldið burtur.
§ 6. Fyri váttanir, avskriftir, útskriftir, fotoavrit ella
líknandi, ið tinglýsingarskrivstovan ger, verða
goldnar 50 kr.
17. mai
LAGTINGSLOV
om
tinglysningsafgifter m.v.
I overensstemmelse med vedtagelse af Færøemes
Lagting stadfæster og kundgør lagmanden følgende
lagtingslov:
§ 1. For tinglysning svares en afgift pá 100 kr.
§ 2. Afgiften svares for ethvert dokument, som
anmeldes til tinglysning.
§ 3. Afvises et đokument uden for det i § 5, stk. 3
nævnte tilfælde, svares ikke ny afgift, sáfremt doku-
mentet anmeldes til tinglysning pá ny inden 3 máne-
der regnet fra den første anmeldelse til tinglysning.
§ 4. Afgiftsfri er tinglysning af:
1) adresseændringer,
2) umyndiggørelse og lavværgemál, jf. lagtingslov
om tinglysning § 48,
3) meddelelser, som nævnt i lagtingslov om ting-
lysning § 13,
4) begæring om bosondring, jf. § 43 i lov om ægte-
skabets retsvirkninger,
5) rádighedsfratagelse i henhold til § 66 i lov om
skifte af dødsbo og fællesbo og
6) rádighedsfratagelse efter konkurslovens § 26.
Stk. 2. Afgiftsfri er endvidere begæring om:
1) aflysning,
2) ophævelse af retsanmærkninger,
3) fristforlængelse eller endelig indførelse i tingbo-
gen af et dokument, som er tinglyst med frist, og
4) udslettelse af rettigheder, som ikke har opnáet
dækning ved tvangsauktion, jf. retsplejelovens §
581.
§ 5. Afgiften forfalder til betaling, nár dokumentet
anmeldes til tinglysning.
Stk. 2. Afgiften erlægges ved, at dokumentet
afstemples ved tinglysningskontorets kasse.
Stk. 3. Betales afgiften ikke samtidig med anmel-
delsen, afvises dokumentet fra dagbogen. I sá fald
bortfalder afgiften.
§ 6. For attester, afskrifter, udskrifter, fotokopier
eller lignende, der udfærdiges af tinglysnings-
kontoret svares 50 kr.