Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 12

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.06.1996, Blaðsíða 12
Nr. 96 136 10. juni KUNNGERÐ um broyting í kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar í 1996. §1. í Kunngerð nr. 49 frá 9. mai 1996 um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar í 1996 verða hesar broytingar gjørdar: 1) í § 1, øki 4 verður sett afturat »13. mai 1996 til 13. juni 1996« og »14. august 1996 til 13. september 1996«. 2) í § 1, øki 5 verður »13. Mai 1996 til 13. Juni 1996« broytt til »13. Mai 1996 til 31. Mai 1996.« 3) f § 1, øki 6 verður »10. juli 1996 til 25. juli 1996« broytt til »11. august 1996 til 10. september 1996.« 4) í § 1, øki 7 verður eisini loyvt at fiska frá 20. august 1996 til 30. august 1996. 5) í § 3, stk. 1 verður orðingin »harav 30% kann verða hjáveiða av øðrum rundum fiski roknað fyri hvønn túr sær« broytt til »har hjáveiðan av toski og hýsu ikki fer upp um ávikavist 30% og 10% roknað fyri hvønn túr sær. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum er loyvd.« §2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Føroya Landstýri, 10. juni 1996 Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Tommy Petersen (sign.) Nr. 97 10. juni KUNNGERÐ um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum. Við heimild í § 9 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett: Veiða við troli v.m. Leiðir: § 1. Umframt tær ásetingar, sum eru gjørdar um stongdar leiðir í § 9a í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum, er veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti ikki loyvd í teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum og leiðunum: m) í tíðarskeiðinum frá 1. februar til 1. juni, báðir dagar íroknaðir, millum longdarstigið 06°30’00"V og longdarstigið 06°00’00"V frá 16 fjórðingum úr grundlinjunum og út á eina linju drigin millum 62°44’00"N 06°30’00"V og 62°37’00"N - 06°00’00"V, fyri fiskifør við maskinorku uppá 500 HK ella yvir, tó so at framtøkumegin fyri hvørt nýtt trol ikki fer upp um 500 HK. n) í tíðarskeiðinum ffá-31. januar til 1. apríl, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 62°20’00"N 05°45’00"V 2. 62°20’00"N 05°25’00"V 3. 62°15’00"N 05°25’00"V 4. 62°09’00"N 05°40’00"V 5. 62°09’00"N 05°50’00"V

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.