Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1997, Blaðsíða 11
275
kunnu fáa serliga undirvísing ella semáms-
frøðiligan stuðul eftir reglum, sum landsstýris-
maðurin ásetur.
Stk. 3. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki
kunnu fylgja vanligu undirvísingini á skúlan-
um í longri tíð, verða undirvísingartiltøk framd
eftir reglum um sjúkraundirvísing, sum lands-
stýrismaðurin ásetur.
Stk. 4. Einstaka næminginum verður boðin út-
búgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið
landsstýrismaðurin ásetur.”
13) 14 verður orðað soleiðis:
“§ 14. Undirvísingin til hægri handilstbúgving
endar við hægri handilspróvøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur fyri
hægri handilspróvtøku, hemndir um krøv og
próvtøkuuppevingar, próvtøkur, próvdøming,
próvtøl, ársmet og eftirmeting.
Stk. 3. Kæra um avgerðir tiknar í samband við
próvtøku, herundir um áseting av próvtali,
kann innan 2 dagar aftaná at avgerðin er kunn-
gjørd næminginum leggjast fyri landsstýris-
mannin sambært reglum, ið landsstýrismaðurin
ásetur.”
14) Aftaná § 14, stk. 3 verður sett inn:
“4. A táttur
Leiðsla”
15) Sum nýggj § 14A verður sett:
“§ 14A. Skúlastjórin/deildarstjórin er dagligur
leiðari skúlans og hevur ábyrgd av námsfrøði-
ligum virksemi skúlans mótvegis landsstýris-
manninum.
Stk. 2. Skúlastjórin/deildarstjórin hevur náms-
frøðiligu ábyrgdina av undirvísingini og próv-
tøkunum á skúlanum mótvegis landsstýris-
manninum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann geva skúla-
stjóranum/deildarstjóranum boð í námsfrøði-
ligum málum.
Stk. 4. Skúlastjórin/deildarstjórin tekur allar
ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum,
herímillum um upptøku av næmingum.
Stk. 5. Skúlastjórin/deildarstjórin heldur próv-
tøku og skrivar prógv.”
16) § 15 verður orðað soleiðis:
“Undirvísingarútreiðslur til útbúgvingina
verða útgoldnar eftir reglum sum landsstýris-
maðurin ásetir.
17) f § 15 verður sum nýtt stk. 2 sett:
“Stk. 2. Studningur kann verða veittur til
royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgv-
ing, útbúgving av lestrarvegleiðarum og faklig
skeið.”
18) § 16 verður orðað soleiðis:
“§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næming-
amar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um
næmingagjøld fyri stakgreinaundirvísing og
sjálvlesandi í samband við undirvísing og
próvtøku.
Stk. 3. Næmingamir skulu sjálvir útvega sær
bøkur og annað undirvísingartilfar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúl-
anum at taka gjald fyri Ijóstøk til nýtslu í
undirvísingini.
19) § 17 verður strikað.
20) § 18, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Lærarar skulu í seinasta lagi 2 ár eftir
starvssetan hava staðið ástøðiliga og verkliga
námsfrøðiliga próvtøku.
Stk. 3. Lanđsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur
um stk. 1 og stk. 2.”
21) § 19 verður orðað soleiðis:
“§ 19. Kæmr yvir avgerðir skúlastjórans/deild-
arstjórans í námsfrøðiligum málum og málum,
sum viðvíkja næmingum, kunnu innan 5 dagar
eftir, at avgerðin er kunngjørd næminginum,
leggjast fyri landsstýrismannin sambært regl-
um, ið landsstýrismaðurin ásetur.”
22) § 20 verður orðað soleiðis:
“§ 20. Landsstýrismaðurin kann í serligum før-
um víkja frá reglunum í hesi lóg við tí enda-
máli at fremja royndar- og menningarvirksemi.
23) í § 20 verður sum nýtt stk. 2 sett:
“Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemið má
ikki minka um møguleikar næminganna at
nýta teirra útbúgving sum støði undir hægri
framhaldslestri ella rættindi teirra í øðrum
førum.”
24) Sum nýggj § 21A verður sett:
“§ 21A. Næmingamir hava møtiskyldu og
skyldu at lata inn allar kravdar skrivligar upp-
gávur. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur
um hetta.”
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd.
Tórshavn, 13. mai 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Eilif Samuelsen (sign.)