Føroya kunngerðasavn A og B - 13.06.1997, Qupperneq 1
321
Kunngerðablaðið A
1997 Hefti 11
ISSN 0907-905X
Nr. 83 6. juni
Løgtingslóg
um
kapping
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Endamál og øki lógarinnar
§ 1. Lógin hevur til endamál at fremja kapping og
harvið styrkja virkisførið í framleiðslu og handli av
vørum og tænastum v.m. við mest møguligum
gjøgnumskygni viðvíkjandi kappingarviðurskiftum
og við tiltøkum ímóti avmarking av vinnufrælsinum
og øðrum skaðiligum árinum av kappingaravmark-
ingum.
§ 2. Lógin er galdandi fyri:
1) Vinnufyritøkur og samtøk av vinnurekandi.
2) Vinnuvirksemi framt av lands- ella kommunu-
umsiting, og sum er at útbjóða ella eftirspyrja
vørur ella tænastur v.m., og sum hevur týdning
fyri kappingina í vinnulívinum.
§ 3. Lógin er ikki galdandi fyri løn- og arbeiðsviður-
skifti. Kappingarráðið kann tó í umsitingini av lógi-
ni krevja upplýsingar av feløgum og fyritøkum um
løn- og arbeiðsviðurskifti.
Kapittul 2
Kappingarráðið
§ 4. Lógin verður umsitin av kappingarráðnum.
Stk. 2. Kappingarráðið hevur ein formann og 4 limir.
Formaðurin og hinir limimir verða valdir av landss-
týrismanninum í vinnumálum fyri eitt fýra ára tíðar-
skeið. Fyri formannin og hvønn av liminum verða
vald varafólk. Limir ráðsins skulu hava gjøllan kun-
nleika til vinnuvirksemi, herundir ávikavist løgfrøði,
búskaparfrøði og viðurskifti brúkaranna. Formaðu-
rin og 2 av limum ráðsins skulu vera óheftir av vin-
nuligum áhugamálum.
Stk. 3. Til ráðið er eftir nærri avgerð hjá landsstýris-
manninum knýtt ein skrivstova.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um virk-
semi ráðsins.
Kapittul 3
Gjøgnumskygni
§ 5. Avtalur og samtyktir, sum viðføra ella kunnu
viðføra avgerðandi ávirkan á eitt marknaðarøki, sku-
lu fráboðast til Kappingarráðið innan 14 đagar eftir,
at avvarðandi avtala ella samtykt er gjørd.
Stk. 2. Broytingar í viðurskiftum, sum eru fráboðaði,
skulu somuleiðis fráboðast innan 14 dagar.
Stk. 3. Kappingarráðið ger nærri reglur um fráboða-
nina.
§ 6. Kappingarráðið kann krevja allar upplýsingar,
herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit úr
bókum, øðrum handilspappírum og elektroniskt
goymdum upplýsingum, sum verða mettir at verða
neyðugir fyri tess virksemi ella fyri at avgera um
viðurskifti eru umfataði av lógini.
§ 7. Har sum kappingin ikki er nóg virkin, ella har
tað av serligum orsøkum er tørvur á at fylgja kap-
pingarviðurskiftunum ella skapa gjøgnumskygni í
prísviðurskiftum, kann Kappingarráðið:
1) fyri eitt tíðarskeið upp til 2 ár í senn áleggja
einari fyritøku ella samtaki v.m. innan eina
nærri ásetta freist, so hvørt, at fráboða nærri
tilskilaði sløg av upplýsingum um prísir, vin-
ningar, avsláttir, bonus, handilstreytir, fíggjar-
lig og bygnaðarlig sambond, v.m.
2) gera reglur um fakturering og aðra skjal-
prógvan av prísútrokningini, og
3) gera reglur um merking ella skelting við
prísum og mongdum.
§ 8. Kappingarráðið skal gera kanningar og kann
almannakunngera hesar, við atliti til at fremja
gjøgnumskygni viðvíkjandi kappingarviðurskiftum.
Stk. 2. Fyritøkur og samtøk v.m. sum eru umfataði
av eini kanning, skulu kunnast um kanningina,
áðrenn hon verður almannakunngjørd.
Stk. 3. Møguligar viðmerkingar hjá fyritøkuni ella