Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Side 2
474
Nr. 164
29. desember
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um ásetan av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa lóg:
§ L
í løgtingslóg nr. 117 frá 2. december 1994 um ásetan
av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgt-
ingslóg nr. 145 frá 30. december 1996, verður gjørd
hendan broyting:
í § 3 verður »31. december 1997« broytt til: »31.
december 1998«.
§2.
Hendan løgtingslóg fær gildi dagin eftir, hon er
kunngjørd.
Tórshavn, 29. desember 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Nr. 165 29. desember
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§L
í løgtingslóg nr. 32 ffá 27. mars 1992 um minstuløn
og dagstudning við seinni broytingum verða gjørdar
hesar broytingar:
1) § 1 verður orðað soleiðis: »Við tí endamáli at
tryggja inntøkur fiskimanna verður landsstýrin-
um heimilað at útgjalda minstuløn og dagstudn-
ing til persónar, heimahoyrandi í Føroyum, um
tað ikki er í stríð við aðrar avtalur, og sum búgva
í Føroyum og vinna á føroyskum fiskiførum,
sum í minsta lagi eru 30 BRT, og sum hava
veiðiloyvi og ikki egna í landi.«
2) I § 3 verður sett inn sum stk. 2:
»Stk. 2. Fiskimenn á fiskiskipi á føroysku land-
leiðunum kunnu í einum fiskiári ikki fáa minstu-
løn fyri fleiri dagar enn avvarðandi skip hevur
fingið tillutað av fiskidøgum sambært lógini um
vinnuligan fiskiskap íroknað umsettum og um-
býttum fiskidøgum.
3) I § 3 verður sett inn sum stk. 3:
»Stk. 3. Eitt fiskiár verður roknað frá 1. septem-
ber til 31. august árið eftir.«
4) § 4 verður orðað soleiðis : »Minstalønin er kr.
12.725,00 um mánaðin ella 427,17 um dagin,
hvør túrur roknaður sær. Hvør túrur verður rokn-
aður byrjaður, tá farið verður úr føroyskari havn
og endaður, tá komið er aftur í føroyska havn.
Landsstýrismaðurin kann seta nærri reglur um
undantak frá regluni í 2. pkt.
5) í § 5, 1. stk, verða orðini »fyri hvønn dag, myn-
strað er« broytt til: »fyri tað tal av døgum, sum
minstaløn er veitt fyri«
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd.
Tórshavn, 29. desember 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður