Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 2
474 Nr. 164 29. desember Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ásetan av almannaveitingum Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa lóg: § L í løgtingslóg nr. 117 frá 2. december 1994 um ásetan av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgt- ingslóg nr. 145 frá 30. december 1996, verður gjørd hendan broyting: í § 3 verður »31. december 1997« broytt til: »31. december 1998«. §2. Hendan løgtingslóg fær gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Tórshavn, 29. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 165 29. desember Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L í løgtingslóg nr. 32 ffá 27. mars 1992 um minstuløn og dagstudning við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1 verður orðað soleiðis: »Við tí endamáli at tryggja inntøkur fiskimanna verður landsstýrin- um heimilað at útgjalda minstuløn og dagstudn- ing til persónar, heimahoyrandi í Føroyum, um tað ikki er í stríð við aðrar avtalur, og sum búgva í Føroyum og vinna á føroyskum fiskiførum, sum í minsta lagi eru 30 BRT, og sum hava veiðiloyvi og ikki egna í landi.« 2) I § 3 verður sett inn sum stk. 2: »Stk. 2. Fiskimenn á fiskiskipi á føroysku land- leiðunum kunnu í einum fiskiári ikki fáa minstu- løn fyri fleiri dagar enn avvarðandi skip hevur fingið tillutað av fiskidøgum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap íroknað umsettum og um- býttum fiskidøgum. 3) I § 3 verður sett inn sum stk. 3: »Stk. 3. Eitt fiskiár verður roknað frá 1. septem- ber til 31. august árið eftir.« 4) § 4 verður orðað soleiðis : »Minstalønin er kr. 12.725,00 um mánaðin ella 427,17 um dagin, hvør túrur roknaður sær. Hvør túrur verður rokn- aður byrjaður, tá farið verður úr føroyskari havn og endaður, tá komið er aftur í føroyska havn. Landsstýrismaðurin kann seta nærri reglur um undantak frá regluni í 2. pkt. 5) í § 5, 1. stk, verða orðini »fyri hvønn dag, myn- strað er« broytt til: »fyri tað tal av døgum, sum minstaløn er veitt fyri« §2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 29. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.