Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Page 15

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Page 15
487 rættstundis, skal hon boða skattgjaldaranum at koma á fund við umboð fyri økisskrivstovuna, ella geva honum møguleika til skrivliga at veita greinligar upplýsingar og prógv. I hesum føri og eisini tá ið rættstundis sjálvuppgáva er ikki innlatin, skal økis- skrivstovan skrivliga gera hann kunnugan við broyt- ingina av inntøku hansara, orsøkina til broytingina og vegleiðing um kærumøguleika. § 7. Verður skattaálíkningin vegna kæru ella við nærri kanning jbr. § 5, stk. 4 tikin upp aftur til nærri viðgerðar av økisskrivstovuni og møguliga broytt, skal verða givið skattgjaldara loyvi til skrivliga ella munnliga at veita greiniligar upplýsingar og prógv. í hesum føri skal í fráboðanini til skattgjaldara verða givin grundgeving fyri broytingini og givin skal verða kæruvegleiðing. Stk. 2. Skal skattseting verða hækkað eftir ætli, má hetta tó verða gjørt áður enn 2 ár eru liðin frá tí, at skattaárið gekk út. Stk. 3. Reglumar í §§ 6 og 7 em ikki galdandi í teim- um fømm, hvar ein broyting verður gjørd eftir áheit- an frá skattgjaldaranum sjálvum, og hann fær fult viðhald. Skattgjaldarin skál tó altíð hava skrivlig boð um broytingina. § 8. Kæra um skattaálíkningina eftir reglunum í §§ 6 og 7 kann verða send kommunalu skattakærunevnd- ini. Kæran skal vera skrivlig og grandgeving fyri kærani skal vera við, og skal hon vera móttikin áðrenn 4 vikur era famar frá tí, skattgjaldari hevur fingið boð um skattaálíkningina, sum kært verður um. Kæra um avgerðina hjá kommunalu skattakæra- nevndini kann verða send Landsskattakæranevndini, og skal slík kæra verða send inn í seinasta lagi 4 vik- ur aftan á, at skattgjaldari hevur fingið boð um av- gerðina. § 9. Samstundis, sum sjálvuppgávan verður send skattgjaldaranum fáa økisskrivstovumar ein navna- lista ffá Stýrinum yvir allar persónar, feløg o.s.fr., sum skulu setast í skatt í kommununum í økjunum. Stk. 2. í serstaka deild á navnalistanum verða settir allir persónar, feløg, stovnanir og deyðsbúgv, sum ikki eiga heima her á landi, men sum í kommununi hava tílíka inntøku, sum nevnd er í § 2 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kom- munuskatt við seinni broytingum. § 10. Stýrið sendir beint aftaná 1. november kommu- nunum ein lista við skattskyldugu inntøkuni hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi. Stk. 2. Listin, ið umrøddur er í stk. 1 verður beint aft- aná 1. november lagdur fram í kommununi til alment eftirlit í 11 dagar á høgligum staði fyri íbúgvaramar, eftir at tað frammanundan er kunngjørt soleiðis, sum vanligt er í kommununi. Á listanum skal verða sagt frá at skattgjaldari hevur høvi til at kæra um skatta- álíkningina hjá sær og øðram skattaborgarum til økisskrivstovuna, um hann ikki heldur at skattaálíkn- ingin hjá honum sjálvum ella øðram skattaborgara er bein. Stk. 3. Verður skattgjaldari, sum ikki stendur á navn- alistanum, sambært avgerð av hægri valdi skrivaður á listan og settur í skatt, skal økisskrivstovan heita á hann um at lata inn sjálvuppgávu innan hóskandi freist, sum økisskrivstovan setur. Hann verður so settur í skatt eftir somu reglum, sum galda fyri van- liga skattaálíkning, uttan tað at freistin fyri at senda økisskrivstovuni kæru um skattaásetingina er 14 dagar frá tí, at hann fekk at vita av henni. Stk. 4. Skattalistin má ikki almannakunngerast á annan hátt, enn ásett er í stk. 2. § 11. í seinasta lagi 1. november sendir Toll- og Skattstovan kommununum upplýsingar um allar inn- tøkur og frádráttir frá árinum frammanundan hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi. Kommunumar gera sínar viðmerking til álíkningina hjá økisskrivstovunum. Stk. 2. Tað áliggur økisskrivstovunum at kanna við- merkingamar kommunumar gera, og boða kommun- unum frá úrslitinum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann fyri- skriva neyvari reglur um, hvørjir inntøku- og frádrát- tarapplýsingar skulu latast eftir stk. 1, nýtsluna av hesum, og at partar av hesum upplýsingum kunnu latast í árinum fyri 1. november. Kap.3 Skipan og starv kommunalu skattakæ rune vndarinnar § 12. Landið verður býtt upp í 7 skattakæraøkir, sum velja hvør sína skattakæranevnd. Stk. 2. Skattakæraøkini era: 1. Norðoya Øki. 2. Eysturoyar Øki. 3. Vága Øki. 4. Tórshavnar Øki. 5. N.Streymoyar Øki 6. Sandoyar Øki. 7. Suðuroyar Øki. Landsstýrismaðurin í skattamálum ger av, hvøtjar kommunur skulu hoyra til tey skattakæraøkir, sum tilskilað era framman fyri. Stk. 3. Kommunumar í skattakæruøkinum velja limimar í skattakæranevndina. Talið á nevndarlim- um skal verða stakt, minst 3 og hægst 7. Fyri hvøijar av hesum verða eisini valdir tiltakslimir, sum kunnu verða innkallaðir, um tí fasta liminum berst frá. Stk. 4. Landsstýrismaðurin í skattamálum ger við kunngerð reglur um, hvussu valið av nevndarlimum skal fara fram, og hvussu kommunumar skulu umboðast í skattakæranevndini. Stk. 5. Limir og varalimir í skattakæranevndini verða

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.