Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Síða 15
487
rættstundis, skal hon boða skattgjaldaranum at koma
á fund við umboð fyri økisskrivstovuna, ella geva
honum møguleika til skrivliga at veita greinligar
upplýsingar og prógv. I hesum føri og eisini tá ið
rættstundis sjálvuppgáva er ikki innlatin, skal økis-
skrivstovan skrivliga gera hann kunnugan við broyt-
ingina av inntøku hansara, orsøkina til broytingina
og vegleiðing um kærumøguleika.
§ 7. Verður skattaálíkningin vegna kæru ella við
nærri kanning jbr. § 5, stk. 4 tikin upp aftur til nærri
viðgerðar av økisskrivstovuni og møguliga broytt,
skal verða givið skattgjaldara loyvi til skrivliga ella
munnliga at veita greiniligar upplýsingar og prógv. í
hesum føri skal í fráboðanini til skattgjaldara verða
givin grundgeving fyri broytingini og givin skal
verða kæruvegleiðing.
Stk. 2. Skal skattseting verða hækkað eftir ætli, má
hetta tó verða gjørt áður enn 2 ár eru liðin frá tí, at
skattaárið gekk út.
Stk. 3. Reglumar í §§ 6 og 7 em ikki galdandi í teim-
um fømm, hvar ein broyting verður gjørd eftir áheit-
an frá skattgjaldaranum sjálvum, og hann fær fult
viðhald. Skattgjaldarin skál tó altíð hava skrivlig boð
um broytingina.
§ 8. Kæra um skattaálíkningina eftir reglunum í §§ 6
og 7 kann verða send kommunalu skattakærunevnd-
ini. Kæran skal vera skrivlig og grandgeving fyri
kærani skal vera við, og skal hon vera móttikin
áðrenn 4 vikur era famar frá tí, skattgjaldari hevur
fingið boð um skattaálíkningina, sum kært verður
um. Kæra um avgerðina hjá kommunalu skattakæra-
nevndini kann verða send Landsskattakæranevndini,
og skal slík kæra verða send inn í seinasta lagi 4 vik-
ur aftan á, at skattgjaldari hevur fingið boð um av-
gerðina.
§ 9. Samstundis, sum sjálvuppgávan verður send
skattgjaldaranum fáa økisskrivstovumar ein navna-
lista ffá Stýrinum yvir allar persónar, feløg o.s.fr.,
sum skulu setast í skatt í kommununum í økjunum.
Stk. 2. í serstaka deild á navnalistanum verða settir
allir persónar, feløg, stovnanir og deyðsbúgv, sum
ikki eiga heima her á landi, men sum í kommununi
hava tílíka inntøku, sum nevnd er í § 2 í løgtingslóg
nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kom-
munuskatt við seinni broytingum.
§ 10. Stýrið sendir beint aftaná 1. november kommu-
nunum ein lista við skattskyldugu inntøkuni hjá
hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi.
Stk. 2. Listin, ið umrøddur er í stk. 1 verður beint aft-
aná 1. november lagdur fram í kommununi til alment
eftirlit í 11 dagar á høgligum staði fyri íbúgvaramar,
eftir at tað frammanundan er kunngjørt soleiðis, sum
vanligt er í kommununi. Á listanum skal verða sagt
frá at skattgjaldari hevur høvi til at kæra um skatta-
álíkningina hjá sær og øðram skattaborgarum til
økisskrivstovuna, um hann ikki heldur at skattaálíkn-
ingin hjá honum sjálvum ella øðram skattaborgara er
bein.
Stk. 3. Verður skattgjaldari, sum ikki stendur á navn-
alistanum, sambært avgerð av hægri valdi skrivaður
á listan og settur í skatt, skal økisskrivstovan heita á
hann um at lata inn sjálvuppgávu innan hóskandi
freist, sum økisskrivstovan setur. Hann verður so
settur í skatt eftir somu reglum, sum galda fyri van-
liga skattaálíkning, uttan tað at freistin fyri at senda
økisskrivstovuni kæru um skattaásetingina er 14
dagar frá tí, at hann fekk at vita av henni.
Stk. 4. Skattalistin má ikki almannakunngerast á
annan hátt, enn ásett er í stk. 2.
§ 11. í seinasta lagi 1. november sendir Toll- og
Skattstovan kommununum upplýsingar um allar inn-
tøkur og frádráttir frá árinum frammanundan hjá
hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi.
Kommunumar gera sínar viðmerking til álíkningina
hjá økisskrivstovunum.
Stk. 2. Tað áliggur økisskrivstovunum at kanna við-
merkingamar kommunumar gera, og boða kommun-
unum frá úrslitinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann fyri-
skriva neyvari reglur um, hvørjir inntøku- og frádrát-
tarapplýsingar skulu latast eftir stk. 1, nýtsluna av
hesum, og at partar av hesum upplýsingum kunnu
latast í árinum fyri 1. november.
Kap.3
Skipan og starv kommunalu
skattakæ rune vndarinnar
§ 12. Landið verður býtt upp í 7 skattakæraøkir, sum
velja hvør sína skattakæranevnd.
Stk. 2. Skattakæraøkini era:
1. Norðoya Øki.
2. Eysturoyar Øki.
3. Vága Øki.
4. Tórshavnar Øki.
5. N.Streymoyar Øki
6. Sandoyar Øki.
7. Suðuroyar Øki.
Landsstýrismaðurin í skattamálum ger av, hvøtjar
kommunur skulu hoyra til tey skattakæraøkir, sum
tilskilað era framman fyri.
Stk. 3. Kommunumar í skattakæruøkinum velja
limimar í skattakæranevndina. Talið á nevndarlim-
um skal verða stakt, minst 3 og hægst 7. Fyri hvøijar
av hesum verða eisini valdir tiltakslimir, sum kunnu
verða innkallaðir, um tí fasta liminum berst frá.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin í skattamálum ger við
kunngerð reglur um, hvussu valið av nevndarlimum
skal fara fram, og hvussu kommunumar skulu
umboðast í skattakæranevndini.
Stk. 5. Limir og varalimir í skattakæranevndini verða