Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Side 18

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Side 18
490 seting til landsskattakærunevndina, hevur hann ikki í rættari tíð sent kæru um hana til kommunalu skatta- kærunevndina uttan so, at hann heldur fram, at hann er ikki skattskyldugur, ella tað eru gjørd slík formlig mistøk, tá hann varð settur í skatt, at tey kunnu ógil- da skattsetingina. Kæra skal verða send, áðrenn 4 vikur eru lidnar frá tí, at skattgjaldarin fekk boð um álíkningina. Stk. 3. Er kæra ov seint inn latin, ella eru treytimar fyri at gera úrskurð um hana eftir tí, ið framman fyri er ásett, annars ikki til, verður hon ikki viðgjørd. Tó er landsskattakærunevndini heimilað at taka kærur til viðgerðar í teimum førum, ið nevnd eru í stk. 2, og tá hon heldur fullgóð forføll vera, tó at tær van- ligu treytir fyri hesum eru ikki uppfyltar. Stk. 4. Kæra um skattaálíkningina verður send lands- skattakærunevndini beinleiðis innan 4 vikur aftan á, at avgerðin er fmgin, jbr. annars reglumar í hesi gre- in og § 25. § 25. Kæra til landsskattakærunevndina skal verða send skrivliga og skal styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl. Tá hin kærandi ella skattgjaldarin, sum lut eigur í málinum, biður um tað, skal hann ella umboðsmaður hansara sleppa at siga fram sína á- skoðan munnliga fyri nevndini. Tá so er, skal Stýrið hava fráboðan og hava rætt til eisini at verða um- boðað á fundinum. Stk. 2. Nevndin leitar sær ummæli frá stýrinum um ta innkomnu kæmna. Aðrenn Stýrið gevur hetta, kre- vur tað økisskrivstovuna og kommunalu skattakæm- nevndina eftir øllum upplýsingum og áliti f málinum og roynir annars at fáa til vega teir upplýsingar, ið tørva til at gera úrskurð í málinum. Nevndin kann biðja Stýrið lata seg umboða, tá nevndin hevur kæm- mál til viðgerðar. Stk. 3. í teimum fømm, tá ið beinleiðis er ætlað um inntøku skattgjaldara, stendur tann meting við, ið økisskrivstovan, møguliga Stýrið ella Toll- og Skat- taráðið, hevur gjørt uttan so, at hann, ið kærir, kemur við tílíkum upplýsingum og prógvum afturat, at landsskattakæmnevndin av tí verður før fyri sjálv at ætla um málið. Stk. 4. Landsskattakæmnevndin ger úrskurð um tær innkomnu kæmr, og skal støðutakanin hjá nevndini verða grundgivin. Nevndin hevur heimild til at taka alla skattsetingina, sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæmevnið er. Stk. 5. Úrskurður landsskattakæmnevndarinnar kann skjótast inn fyri Føroya Rætt innan 3 mánaðir em famir. § 26. Henda lóg kemur í gildi 1. Januar 1998. Tórshavn, 30. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 170 30. desember Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L I løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan verða gjørdar hesar broy- tingar: 1) I § 1 verður sum nýtt stk. sett: »Stk. 2. Vísandi til § 54 í samtíðarskattalógin verður skattur teirra, ið umrødd em í § 25b, stk. 1, smb. § 33, nr. 13) í somu lóg ásettur til 35%. Skatturin verður býttur við 50% sum kommunu- skattur og 50% sum landsskattur«. 2) f § 8 verður »35% av hesi bmttoinntøku« broytt til: »42% av inntøkuni uppgjørd eftir § 60, stk. 1, nr. 9 í skattalógini«. §2. Hendan lóg kemur í gildi 1. januar 1998. Tórshavn, 30. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.