Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 18
490
seting til landsskattakærunevndina, hevur hann ikki í
rættari tíð sent kæru um hana til kommunalu skatta-
kærunevndina uttan so, at hann heldur fram, at hann
er ikki skattskyldugur, ella tað eru gjørd slík formlig
mistøk, tá hann varð settur í skatt, at tey kunnu ógil-
da skattsetingina. Kæra skal verða send, áðrenn 4
vikur eru lidnar frá tí, at skattgjaldarin fekk boð um
álíkningina.
Stk. 3. Er kæra ov seint inn latin, ella eru treytimar
fyri at gera úrskurð um hana eftir tí, ið framman fyri
er ásett, annars ikki til, verður hon ikki viðgjørd. Tó
er landsskattakærunevndini heimilað at taka kærur
til viðgerðar í teimum førum, ið nevnd eru í stk. 2,
og tá hon heldur fullgóð forføll vera, tó at tær van-
ligu treytir fyri hesum eru ikki uppfyltar.
Stk. 4. Kæra um skattaálíkningina verður send lands-
skattakærunevndini beinleiðis innan 4 vikur aftan á,
at avgerðin er fmgin, jbr. annars reglumar í hesi gre-
in og § 25.
§ 25. Kæra til landsskattakærunevndina skal verða
send skrivliga og skal styðja seg til grundir og
hjáløgd próvskjøl. Tá hin kærandi ella skattgjaldarin,
sum lut eigur í málinum, biður um tað, skal hann ella
umboðsmaður hansara sleppa at siga fram sína á-
skoðan munnliga fyri nevndini. Tá so er, skal Stýrið
hava fráboðan og hava rætt til eisini at verða um-
boðað á fundinum.
Stk. 2. Nevndin leitar sær ummæli frá stýrinum um
ta innkomnu kæmna. Aðrenn Stýrið gevur hetta, kre-
vur tað økisskrivstovuna og kommunalu skattakæm-
nevndina eftir øllum upplýsingum og áliti f málinum
og roynir annars at fáa til vega teir upplýsingar, ið
tørva til at gera úrskurð í málinum. Nevndin kann
biðja Stýrið lata seg umboða, tá nevndin hevur kæm-
mál til viðgerðar.
Stk. 3. í teimum fømm, tá ið beinleiðis er ætlað um
inntøku skattgjaldara, stendur tann meting við, ið
økisskrivstovan, møguliga Stýrið ella Toll- og Skat-
taráðið, hevur gjørt uttan so, at hann, ið kærir, kemur
við tílíkum upplýsingum og prógvum afturat, at
landsskattakæmnevndin av tí verður før fyri sjálv at
ætla um málið.
Stk. 4. Landsskattakæmnevndin ger úrskurð um tær
innkomnu kæmr, og skal støðutakanin hjá nevndini
verða grundgivin. Nevndin hevur heimild til at taka
alla skattsetingina, sum hon er, upp til viðgerðar,
sama hvat kæmevnið er.
Stk. 5. Úrskurður landsskattakæmnevndarinnar kann
skjótast inn fyri Føroya Rætt innan 3 mánaðir em
famir.
§ 26. Henda lóg kemur í gildi 1. Januar 1998.
Tórshavn, 30. desember 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Nr. 170
30. desember
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§L
I løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting
av skatti til landskassan verða gjørdar hesar broy-
tingar:
1) I § 1 verður sum nýtt stk. sett:
»Stk. 2. Vísandi til § 54 í samtíðarskattalógin
verður skattur teirra, ið umrødd em í § 25b, stk.
1, smb. § 33, nr. 13) í somu lóg ásettur til 35%.
Skatturin verður býttur við 50% sum kommunu-
skattur og 50% sum landsskattur«.
2) f § 8 verður »35% av hesi bmttoinntøku« broytt
til: »42% av inntøkuni uppgjørd eftir § 60, stk. 1,
nr. 9 í skattalógini«.
§2.
Hendan lóg kemur í gildi 1. januar 1998.
Tórshavn, 30. desember 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður