Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Síða 22
494
Nr. 173
30. desember
Løgtíngslóg
um
broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
f løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting
av skatti til landskassan við seinni broytingum verða
gjørdar hesar broytingar:
1) Lógarheitið verður broytt til:
»Løgtingslóg um áseting av skatti«.
2) Sum nýggj § 9 verður sett:
»§ 9. Toll- og Skattaráð Føroya kann loyva, at
partafeløg og/ella lutafeløg verða samskattaði, tó
treytað av, at feløgini hava sáma roknskaparár og
eru heimahoyrandi í Føroyum. Loyvi verður bert
givið, um talan er um móður- og đótturfeløg, og
er hartil treytað av, at móðurfelagið, antin einsa-
malt ella saman við einum ella fleiri av dóttur-
feløgum, ið koma undir samskattingina, eigur
allar kapitalpartar í teimum dótturfeløgum sam-
skattingin viðvíkir.
Stk. 2. Hall, sum er frá tíðini áðrenn feløgini
vórðu samskattaði, kann einans dragast frá eftir
§ 33, nr. 5 í samtíðarskattalógini í felagsins egna
yvirskoti.
Stk. 3. Fyri samskattaði feløg ábyrgist móðurfel-
agið fyri tí samlaða inntøkuskattinum viðvíkj-
andi inntøkuárinum. Móðurfelagið ábyrgist eis-
ini fyri hækkingum í inntøkuskattinum fyri árini
undan samskattingini. Lækkingar í inntøkuskatt-
inum hjá samskattaðu feløgunum skulu gjaldast
móðurfelagnum, eisini tá tað snýr seg um skatta-
ár undan samskattingini. Tey samskattaðu feløg-
ini bera samábyrgd fyri inntøkuskatti viðvíkjandi
inntøkuárinum.
Stk. 4. Landsstýrismanninum í skattamálum
verður heimilað at áseta nærri treytir fyri sam-
skatting.«
3) § 9 verður eftir hetta § 10.
§2.
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998, og er gald-
andi fyri samanleggingar frá hesum degi.
Tórshavn, 30. desember 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Nr. 174
30. desember
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§L
f løgtingslóg nr. 95 frá 6. juni 1997 um stuðul til
dupult húsarhald verður gjørd henda broyting:
§ 1 verður orðað soleiðis:
»§ 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur giftur per-
sónur, búsitandi í Føroyum, sum av arbeiðsávum
hevur útreiðslur til dupult húsarhald.«.
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 1997.
Tórshavn, 30. desember 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður