Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 23
495
Nr. 175
30. desember
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
§ L
í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um lands-
skatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða
gjørdar hesar broytingar:
1) í § 48, stk. 2 verður 1. lið orðað soleiðis:
»Stk. 2. Atvinnu í eini kommunu hevur tann per-
sónur, tað deyðsbúgv, felag v.m. ella felags-
skapur (smb § 1, nr. 7, 8, 10, 11, 12, 13, 14 og
15), ið:«.
2) í § 48, stk. 2, nr. 1 fella orðini »banka« og
»tryggingar« burtur.
3) Eftir § 48 verður sum nýggj grein sett:
»§ 48a. Peningastovnar, tryggingarfeløg og
vinnurekandi grunnar, sum eftir reglunum í
hesi lóg bert eru skattskyldug til eina komm-
unu sum tilhalds-/heimakommunu, eru at-
vinnuskattskyldug til allar hinar kommunumar
í Føroyum.«.
4) í § 49, stk. 5 verður eftir »v.m.« sett: »burtursæð
frá teimum í § 48 a nevndu,«.
5) f § 49 verður sum nýtt stk. sett:
»Stk. 6. Tey í § 48a nevndu feløg v.m. era skatt-
skyldu til atvinnukommunumar tá treytinar
fyri skattskyldu til tilhalds-/heimakommununa
eru loknar.«.
6) f § 51, stk. 4, 2. pkt. fellur »inntøkum felagsins
v.m.« burtur, og ístaðin kemur: »inntøkunum
hjá feløgum v.m., smb. § 48, stk. 2, nr. 1«.
7) Eftir § 51, stk. 4, 2. pkt. kemur sum nýtt pkt.:
»Av tí kommunuskatti, sum verður álíknaður í
heimstaðarkommununi av samanløgdu inntøk-
unum hjá teimum í § 48a nevndu feløgum
v.m., eiga atvinnukommunumar so stóran part,
sum lutfalsliga svarar til fólkatalið í atvinnu-
kommununum við endan av tí roknskapar-
skeiði, sum liggur til grund fyri álíkningini.
§2.
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd, og er galdandi fyri álíkningina fyri inntøku-
árið 1997 og framyvir.
Tórshavn, 30. desember 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Nr. 176
30. desember
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§L
í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meir-
virðisgjald við seinni broytingum verða gjørdar hes-
ar broytingar:
1) í § 3, stk. 1, litra b verður eftir »feløgum,« sett:
»herímillum Føroya Jarðagmnni,«.
2) f § 12, stk. 1, litra k verður 2. pkt. orðað soleiðis:
»Fiskireiðskapur, sjóklæði, agn, ísur, olja, provi-
antur, salt, pakkitilfar, kassaleiga, havnagjøld og
uppboðssøluavgjøld til fiskifør, sum reka vinnu-
ligan fiskiskap, harumframt søla av kvotum,
fiskidøgum og -loyvum.«.
3) f § 12, stk. 1 verður eftir litra k sett:
»1. Lønir til bygging og umvæling av egnum
bústaði.
m. Reseptskyldugan heilivág til fólk.
n. Útleigu av festum og tilhoyrandi ognum hjá
Føroya Jarðaráði.
§2.
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998.
Tórshavn, 30. desember 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður