Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Qupperneq 24

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Qupperneq 24
496 Nr. 177 30. desember Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg og løgtingslóg um ískoytisveiting til forsorgarstuðul vegna tørvandi arbeiði Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1. Henda lóg er givin út sambært »Lov nr. 315 af 17. maj 1995 om sociale ydelser pá Færøeme«. §2. í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 fyri Føroyar um al- menna forsorg smb. lógarkunngerð nr. 100 frá 02.03.1988 um almenna forsorg, sum seinast broytt við lóg nr. 76 ffá 23. mai 1997,'verða gjørdar hesar broytingar: 1) I § 9, stk. 1 verður aftaná »ophør af samlivet med ægtefælle« sett: »væntandi arbeiðsmøgu- leikar«. 2) í § 9, stk. 2 verður sum 4. pkt. sett: »Tó kann samlaði stuðulin, ið verður útgoldin persónum í samband við væntandi arbeiðsmøguleikar, ikki verða hægri enn hægsta útgjaldið frá ALS og um viðkomandi ikki hevur aðrar inntøkur.« 3) I § 9 verður stk. 3 tikið av, og stk. 4 verður stk. 3, og í stk. 3, seinastu reglu, verða orðini »og stk. 3« strikaði. 4) Sum nýtt § 15, stk. 3 verður sett: »Stk. 3. Hevur persónur, ávístur av lækna, fingið uppihald á eftirbataheimi, kann fíggjarligur stuðul verða veittur.« 5) í § 18, stk 5, 1. pkt. verður aftaná orðini »ydes støtte til« sett: »heilivág«. 6) I § 18, stk 6 verður aftaná síðsta pkt. sett: »íroknað reglur um egingjald og nær stuðul til hjálpitól kann veitast sum lán.« 7) Aftaná § 18 verður sett: »§ 18a. Játtast kunnu vard størv.vinnuroyndir, umskúling v.m. til avlamin og onnur, sum av einhvøiji orsøk eru vorðin avmarkað í sínum vinnuførleika. Lønarískoytið til vardu størvini kann veitast.« §3. Løgtingslóg nr. 72 frá 10. mai 1994 um ískoytisveit- ing til forsorgarstuðul vegna tørvandi arbeiði verður tikin av. §4. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998. Tórshavn, 30. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður Nr. 178 30. desember Eykajáttanarlóg fyri desember 1997 Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 4. Mentan og samskifti o.a. A. Yvirlit Játtanaryvirlit Túsund kr. Nettotal Útreiðslur Inntøkur Útreiðsluætlan - - Inntøkuætlan - - Løguætlan 8.070 8.070

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.