Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Blaðsíða 7
255
ir somu reglum sum kommunustýrislimurin ella
nevndarlimurin. Tiltakslimur fær tó einans lutfals-
liga samsýning fyri tað tíðarskeið, hann fyribils er
limur.
Stk. 2. Er talan um, at tiltakslimur einans skal taka
lut á einstøkum fundi, kann viðkomandi tó bert fáa
fundarsamsýning sambært § 2.
Kapittul II
Onnur samsýning v.m.
§ 8. Onnur enn kommunustýrislimir kunnu fáa fund-
arpening fyri arbeiði í nevndum o.l., sum bý- ella
bygda(r)ráðið hevur valt tey í.
Stk. 2. Fundarpeningur sambært stk. 1 verður latin
eftir reglunum í § 2.
Kapittul III
Samsýning
Samsýning til borgarstjórar
§ 9. Bý- ella bygda(r)ráðið skal áseta í kommunu-
stýrisskipanina, hvør samsýningin til borgarstjóran
skal vera, sbr. tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. Samsýningin til borgarstjóran, ið er treytað
av íbúgvaratalinum í kommununi tann 1. januar í
valárinum, verður roknað við støði í galdandi lønar-
talvu sambært avtaluni millum Fíggjarmálastýrið og
Tænastumannafelag Fandsins, og kann í mesta lagi
verða henda íroknað viðbót:
ájavnt við 31. fl.,
0 - 499 íbúgvar,
stig 1,
500 - 999 íbúgvar, ájavnt við 34. fl.,
1.000 - 1.999 fbúgvar, ájavnt við 36. fl.,
2.000 - 10.000 íbúgvar, ájavnt við 37. fl. og
10.000 íbúgvar ella fleiri, ájavnt við 38. fl.
Stk. 3. Samsýningin sambært stk. 2 er harumframt
treytað av setanarbrøkinum hjá borgarstjóranum so-
leiðis, at samtykta samsýningin altíð skal faldast við
tí setanarbrøki, sum borgarstjórin hevur sambært §
6, stk. 2, og § 58, stk. 1, nr. 2, í kommunustýrislóg-
ini.
Stk. 4. Hevur bý- ella bygda(r)ráðið valt fyribils
borgarstjóra eftir § 24, stk. 2, í kommunustýrislóg-
ini, fær hesin samsýning eftir somu reglum sum
borgarstjórin.
Stk. 5. Ein varðaborgarstjóri, sum fær samsýning
eftir reglunum í § 10, hevur einans rætt til samsýn-
ing eftir stk. 4, um viðkomandi hevur tikið sær av
borgarstjórauppgávuni í minsta lagi 5 vikur í sama
roknskaparári.
Stk. 6. Borgarstjórin kann ikki fáa aðra samsýning
enn sambært reglunum í stk. 2 og 3.
Samsýning til varaborgarstjórar
§ 10. Bý- ella bygda(r)ráðið skal áseta í kommunu-
stýrisskipanina, um varaborgarstjórin skal fáa fasta
varaborgarstjórasamsýning. Er 1. og 2. varaborgar-
stjóri valdur, kann samsýningin bert latast 1. vara-
borgarstjóranum.
Stk. 2. Samsýning sambært stk. 1 kann í mesta lagi
verða 10% av samsýningini, ið verður givin borgar-
stjóranum sambært § 9.
§ 11. Hevur bý- ella bygđa(r)ráðið valt fyribils vara-
borgarstjóra eftir § 24, stk. 2, í kommunustýrislóg-
ini, fær hesin samsýning eftir somu reglum sum
varaborgarstjórin, sbr. § 10.
Kapittul IV
Eftirløn v.m til borgarstjórar
Eftirløn
§ 12. Umframt samsýningina sambært § 9 verður
borgarstjóra, við setanarbrøki 'h ella størri, rindað
15% í eftirlønargjaldi.
Stk. 2. í eftirlønarskipanini skal vera aldurseftirløn,
avlamiseftirløn og hjúnarfelaga- og bamaeftirløn.
Eftirlønarskipanin skal tryggja:
1. Lívslanga eftirlønartrygging, ið verður útgoldin
hvønn mánað (leypandi). Eftirlønartryggingin
skal verða útgoldin fyrstu ferð, tá ið borgarstjór-
in er 60 ár ella seinni, tá ið hann fer frá fyri ald-
ur,
2. avlamiseftirlønartrygging, um vinnuføri hjá hon-
um, áðrenn hann skal fara frá, er minkað niður í
ein triðing ella minni av fullum vinnuføri, og um
hann fer frá av hesi grund. Avlamiseftirlønin
skal verða útgoldin hvønn mánað (leypandi), og
vera líka stór sum aldursrentan hjá 67 ára goml-
um og
3. bømunum eina eftirløn upp á 10%, foreldraleys-
um tó 20%, av aldursrentuni, í minsta lagi til tey
fylla 18 ár, og í mesta lagi til tey fylla 24 ár.
Bíðiløn
§ 13. Tá borgarstjóri fer frá, fær hann borgarstjóra-
samsýning eftir hesi reglu:
1. Borgarstjóri í minni enn 4 ár, samsýning í 3
mánaðir, og
2. borgarstjóri í 4 ár ella fleiri, samsýning í 6
mánaðir.
Eftirsitiløn
§ 14. Doyr borgarstjóri meðan hann er í starvi, fær
eftirsitandi hjúnafelagi/samlivari ella bøm undir 21
ár samsýning í 6 mánaðir.
Kapittul V
Felags reglur
Undantøk
§ 15. Tær kommunur, sum hava aðra góðkenda
skipan viðvíkjandi eftirløn, bíðiløn, eftirsitiløn v.m.
til borgarstjóran, kunnu tó halda fram við skipanini,
um bý- ella bygda(r)ráðið ásetir hetta í kommunu-
stýrisskipanina.
Stk. 2. Samtykkir bý- ella bygda(r)ráðið, at ein av
skipanunum, sum verður varðveitt sambært stk. 1,
seinni skal broytast, skal landsstýrismaðurin góð-
kenna broytingina.