Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Síða 25

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Síða 25
273 Nr. 135 22. desember 2000 Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø. í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunn- gerð nr. 95 frá 1. desember 1999, verða gjørdar hes- ar broytingar: 1) í § 49 a, stk. 3, verður “7” broytt til: “6”. 2) § 49 b, stk. 1, 2. pkt., verður orðað soleiðis: “Rætturin kann leingjast móti gjaldi, sbr. áset- ingar í ferðslulógini um gjøld.” 3) §§ 49 c-d verða orðaðar soleiðis: “§ 49 c. Søkt kann eisini verða um avmarkaði ynskinummarspjøldur, har møguleiki er fyri at ynskja sær eina samanseting av tveimum bók- stavum og trimum tilvildarliga valdum tølum. Umsøkjarin skal á umsóknini tilskila hvørja samanseting av bókstavum, ið søkt verður um, og akfaraskráin ásetur síðani 3 tøl. Stk. 2. Tey rættindi og tær skyldur, sum sbrt. § 49 b eru galdandi fyri vanlig ynskinummar- spjøldur, eru ikki galdandi fyri avmarkaði ynski- nummarspjøldur. Stk. 3. Gjaldið fyri avmarkaði ynskinummar- spjøldur verður goldið við útflýggjan. § 49 d. Avgerðir, tiknar eftir §§49 a-c kunnu hóást § 4 ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.” 4) Aftan á § 49 d verður sett: “Triðja nummarspjaldur § 49 e. Skrásetingarskyldug akfør kunnu móti gjaldi fáa útflýggjað eitt triðja (eyka) nummar- spjaldur við skrásetingarnummari akfarsins. Hetta nummarspjaldur kann verða nýtt, tá farm- ur, sum t.d. súkklur, hongur aftan á akfarinum undir flutningi, og umstøðumar em slíkar, at aft- ara nummarspjaldrið á akfarinum er heilt ella lutvíst fjalt. Stk. 2. Triðja nummarspjaldrið hevur snið sum vanligt nummarspjaldur, og hevur reyðar bók- stavir og/ella tøl. Stk. 3. Bflegging av einum triðja nummar- spjaldri fer fram á Bileftirlitinum, og skráseting- arskjalið skal verða víst fram. Stk. 4. Umbiðið triðja nummarspjaldur skal verða avheintað í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tað er umbiðið.” 5) § 50, stk. 3, verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Ynskinummarspjøldur, tó ikki avmark- aði ynskinummarspjøldur, kunnu í tíðarskeið- num, sum tey eru galdandi fyri, móti gjaldi flyt- ast til annað akfar, sum verður skrásett til tann, sum hevur rættin til at nýta ynskinummar- spjøldrini, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld.” §2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001. Vinnumálastýrið, 22. desember 2000 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Ame Poulsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.