Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Blaðsíða 20
268
Nr. 132 22. desember 2000
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
81
í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um lands-
skatt og kommunuskatt, við seinni broytingum,
verða gjørdar hesar broytingar:
1) f § 2, stk. 1, verður sett sum litra 1:
“1) fáa inntøku fyri arbeiði innt umborð á flog-
fari, sum er rikið av persóni ella felagi fevndum
av § L”.
2) f § 29, nr. 13, verður áðrenn “bamaviðbót eftir §
10...”, sett: “avlamisviðbót eftir § 2, avlamis-
veiting eftir § 8a,”.
3) í § 29, verður sett sum litra a og b í nr. 24:
a) Upphædd, sum “Garantifonden for indsky-
dere og investorer” rindar stovni, nevndum í
§ 3 í lóg um “garantifond for indskydere og
investorer”, til heilt ella lutvíst at javna
roknskaparligt hall í sambandi við avhendan
av aktivum og passivum frá einum stovni til
annan. Tann parturin av hallinum, sum
stovnurin fær fulnað fyri við útgjaldinum
ella ábyrgd frá “Garantifonden for indskyde-
re og ivnestorer”, kann tá ikki roknast sum
partur av útveganarvirðinum fyri aktivini hjá
stovninum. sum yvirtekur hesi aktiv.
b) Um “Garantifonden for indskydere og in-
vestorer” hevur goldið út upphæddir, um-
røddar her, ella stilla trygd, sum kann føra til
útgjalding av slíkum upphæddum, og stovn-
urin, sum avhendir aktiv, byrjar nýtt virk-
semi, kann hall fyri eldri inntøkuár ikki
dragast frá í skattskyldugu inntøkuni fyri av-
varðandi ella fylgjandi ár. Somuleiðis kann
hall fyri avvarðandi ár ikki dragast frá í
skattskyldugu inntøkuni fyri seinni ár.”.
4) í § 33 verður nr. 15 strikað.
5) f § 33 verður nr. 16 strikað.
§2.
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon
er kunngjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárin-
um 2001.
Tórshavn, 22. desember 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður