Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Blaðsíða 9
257
Nr. 122 22. desember 2000
Kunngerð
um
alment útboð av kommunalari fastogn
Við heimild í § 44, stk. 1, í løgtingslóg nr. 87 frá 17.
mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin)
verður ásett:
§ 1. Um ikki annað er ásett í lóggávuni, skal fastogn
hjá kommununi verða boðin út alment, áðrenn ognin
verður seld, sbr. tó § 2.
§ 2. Fastogn nýtist tó ikki at verða boðin alment út,
um talan er um
1. sølu til landsmyndugleikar, kommunu ella
kommunalan felagsskap, sbr. § 57 í komm-
unustýrislógini,
2. sølu til felag, stovn v.m., sum kommunan lóg-
liga kann veita stuðul,
3. sølu av økjum, ið eru minni enn 300 m2 til vídd-
ar og sum tað ikki sjálvstøðugt kann verða bygt
á ella
4. kommunala útstykkingar o.l., har tillutan og
prísáseting fara fram eftir frammanundan ásett-
um reglum.
Stk. 2. Við góðkenning frá landsstýrismanninum
kann verða vikið frá kravinum um alment útboð í
sambandi við makaskifti og tá tað annars em serlig
viðurskifti, ið tala fyri, at fastognin kann verða seld
uttan alment útboð.
§ 3. Sum alment útboð verður roknað lýsing í einum
av dagbløðunum.
Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið gerð av, undir hvørjum
treytum ognin skal lýsast til sølu. 1 hesum sambandi
kann ognin verða boðin út til ein frammundan ásett-
an prís, treytað av, at prísurin samsvarar mettum
marknaðarprísi.
Stk. 3. í lýsingini skal verða upplýst, hvar ognin
liggur, matrikulnummar, stødd á ognini og hvar upp-
lýsingar um søluna kunnu fáast. Verður ognin boðin
út til frammanundan ásettan prís, skal upplýsast, at
kommunan ikki hevur skyldu til at selja til ásetta
prísin.
§ 4. Tilboð um keyp skulu vera skrivlig. Innkomin
tilboð era í trúnaði, til ognin er seld.
§ 5. Ognin má ikki verða seld fyrr enn í minsta lagi
14 dagar eftir, at sølan hevur verið lýst fyrstu ferð í
bløðunum.
§ 6. Bý- ella bygda(r)ráðið kann havna øllum inn-
komnum tilboðum.
Stk. 2. Selt kann verða til tilboðsgevara, ið ikki hev-
ur givið hægsta boð, um hetta tænir sakligum kom-
munalum áhugamálum.
Stk. 3. Um so er, at tað í føri, har ogn er boðin út til
frammanundan ásettan prís, verður boðin hægri prís-
ur, skulu tey, ið hava boðið ásetta prísin, hava
møguleika til at koma við nýggjum boði.
Stk. 4. Fastogn kann einans verða seld til lægri prís
enn tann, ið er ásettur frammanundan sambært § 3,
stk. 2, um ognin verður boðin alment til sølu av
nýggjum.
§ 7. Er eitt ár liðið síðani fastogn seinast varð lýst til
sølu, kann ognin einans verða seld, um hon verður
boðin út alment av nýggjum.
§ 8. Bý- ella bygda(r)ráðið hevur støðugt skyldu til
at skráseta, hvørjar kommunalar fastognir verða
seldar.
Stk. 2. Við skráseting sambært stk. 1 skal verða
upplýst:
1. Um ognin hevur verið boðin alment út,
2. hvat slag av ogn talan er um,
3. matr. nr., vídd og søluprís á ognini, og
4. um ognin ikki hevur verið boðin alment út, hvør
grundgevingin tá er, sbr. § 2.
Stk. 3. Bý- ella bygda(r)ráðið hevur skyldu til, í
seinasta lagi hvønn 1. mars at senda landsstýris-
manninum yvirlit yvir tær fastognir, sum seldar era í
árinum frammanundan. Yvirlitið skal innihalda tær
upplýsingar, sum nevndar era í stk. 2.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.
Løgmansskrivstovan, 22. desember 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
/ Rúni Joensen (sign.)