Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Blaðsíða 2
Nr. 117
14. desember 2000
Kunngerð
um
avmarking í frádrátti í inntøku frá fiskiskapi
Við heimild í § 60, stk. 1, nr. 9, í løgtingslóg nr. 86
frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunu-
skatt, við seinri broytingum, verður ásett:
§ 1. Sambært § 60, stk. 1, nr. 9, 1. punktum, í skatta-
lógini, verða fiskipartar o.a.m gjørdir upp sambært §
25a, stk. 3-7, tá hesir eru lækkaðir við 15%.
§ 2. Fyri tær inntøkur, sum nevndar eru í § 1 í hesi
kunngerð, verður lækkingin avmarkað til 15% av í
mesta lagi kr. 500.000,- um árið, ella til í mesta lagi
kr. 75.000,- um árið.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd, og er galdandi fyri inntøku av
fiskiskapi, sum er vunnin frá og við 1. januar 2001.
Fíggjarmálastýrið, 14. desember 2000
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)