Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Side 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Side 2
Nr. 117 14. desember 2000 Kunngerð um avmarking í frádrátti í inntøku frá fiskiskapi Við heimild í § 60, stk. 1, nr. 9, í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunu- skatt, við seinri broytingum, verður ásett: § 1. Sambært § 60, stk. 1, nr. 9, 1. punktum, í skatta- lógini, verða fiskipartar o.a.m gjørdir upp sambært § 25a, stk. 3-7, tá hesir eru lækkaðir við 15%. § 2. Fyri tær inntøkur, sum nevndar eru í § 1 í hesi kunngerð, verður lækkingin avmarkað til 15% av í mesta lagi kr. 500.000,- um árið, ella til í mesta lagi kr. 75.000,- um árið. § 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri inntøku av fiskiskapi, sum er vunnin frá og við 1. januar 2001. Fíggjarmálastýrið, 14. desember 2000 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.