Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Blaðsíða 19
267
Nr. 131 22. desember 2000
Løgtingslóg
um
brovting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskattt
(skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um lands-
skatt og kommunuskatt, við seinni broytingum,
verður § 46, stk. 1, orðað soleiðis:
“Kommunuskatturin verður álíknaður av somu
skattskyldugu inntøku, sum nýtt verður, tá lands-
skatturin verður álíknaður. Frá 1. januar 2001 til 31.
desember 2001 verður tó eingin kommunuskattur
álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-19.000 kr.,
og frá 1. januar 2002 verður eingin kommunuskattur
álíknaður skattskyldugu inntøkuni ffá 0-21.000 kr.”
§2
Henda løgtingslóg keur í gildi dagin eftir, at hon er
kungjørd, og er galdandi frá 1. januar 2001.
Tórshavn, 22. desember 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður