Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Blaðsíða 18

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Blaðsíða 18
266 Nr. 130 22. desember 2000 Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §1 f løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áse- ting av skatti, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 2, 4. pkt., verður strikað. 2) § 5, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Hjá partafeløgum, smápartafeløgum, kommanditfeløgum, sparikassum og lutafeløg- um, sum nevnd eru í stk. 1, og sum hava parta- pening, inngoldnan innskotspening, ábyrgdar- pening ella lutapening, sum er 80.000 kr. ella meira, verður skatturin ásettur til 20% av inn- tøkunum til landskassa og kommunur.” §2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárin- um 2001. Tórshavn, 22. desember 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.