Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.2000, Qupperneq 25
273
Nr. 135 22. desember 2000
Kunngerð
um
broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø.
í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting
av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunn-
gerð nr. 95 frá 1. desember 1999, verða gjørdar hes-
ar broytingar:
1) í § 49 a, stk. 3, verður “7” broytt til: “6”.
2) § 49 b, stk. 1, 2. pkt., verður orðað soleiðis:
“Rætturin kann leingjast móti gjaldi, sbr. áset-
ingar í ferðslulógini um gjøld.”
3) §§ 49 c-d verða orðaðar soleiðis:
“§ 49 c. Søkt kann eisini verða um avmarkaði
ynskinummarspjøldur, har møguleiki er fyri at
ynskja sær eina samanseting av tveimum bók-
stavum og trimum tilvildarliga valdum tølum.
Umsøkjarin skal á umsóknini tilskila hvørja
samanseting av bókstavum, ið søkt verður um,
og akfaraskráin ásetur síðani 3 tøl.
Stk. 2. Tey rættindi og tær skyldur, sum sbrt. §
49 b eru galdandi fyri vanlig ynskinummar-
spjøldur, eru ikki galdandi fyri avmarkaði ynski-
nummarspjøldur.
Stk. 3. Gjaldið fyri avmarkaði ynskinummar-
spjøldur verður goldið við útflýggjan.
§ 49 d. Avgerðir, tiknar eftir §§49 a-c kunnu
hóást § 4 ikki kærast til annan fyrisitingarligan
myndugleika.”
4) Aftan á § 49 d verður sett:
“Triðja nummarspjaldur
§ 49 e. Skrásetingarskyldug akfør kunnu móti
gjaldi fáa útflýggjað eitt triðja (eyka) nummar-
spjaldur við skrásetingarnummari akfarsins.
Hetta nummarspjaldur kann verða nýtt, tá farm-
ur, sum t.d. súkklur, hongur aftan á akfarinum
undir flutningi, og umstøðumar em slíkar, at aft-
ara nummarspjaldrið á akfarinum er heilt ella
lutvíst fjalt.
Stk. 2. Triðja nummarspjaldrið hevur snið sum
vanligt nummarspjaldur, og hevur reyðar bók-
stavir og/ella tøl.
Stk. 3. Bflegging av einum triðja nummar-
spjaldri fer fram á Bileftirlitinum, og skráseting-
arskjalið skal verða víst fram.
Stk. 4. Umbiðið triðja nummarspjaldur skal
verða avheintað í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at
tað er umbiðið.”
5) § 50, stk. 3, verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Ynskinummarspjøldur, tó ikki avmark-
aði ynskinummarspjøldur, kunnu í tíðarskeið-
num, sum tey eru galdandi fyri, móti gjaldi flyt-
ast til annað akfar, sum verður skrásett til tann,
sum hevur rættin til at nýta ynskinummar-
spjøldrini, sbr. ásetingar í ferðslulógini um
gjøld.”
§2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.
Vinnumálastýrið, 22. desember 2000
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Ame Poulsen (sign.)