Fróðskaparrit - 01.01.1993, Side 5

Fróðskaparrit - 01.01.1993, Side 5
BÁTSBANDIÐ 9 var um tað mundið 2 merkur og somuleiðis Mortansstovufestið. Petur tykist sostatt bert at hava sitið við einum parti av teimum 16 merkrunum, sum vóru støðið undir rættar- kravi hansara, og neyvan við nógv meira enn teimum 4 merkrunum. Aðrir sótu við restini. Kanska var Petur heldur ikki ein- samallur eigari av bátinum, tí í tabellunum hjá Løbner hevði Tjømustova 1/4 ognarpart í áttamannafari og Mortansstova ongan. Staðfestingin av hesum viðurskiftum gevur okkum eitt betri støði fyri útleggingini av tí avgerandi útsøgnini í fútans úrskurði. í Norðragøtu vóru 16 merkur í jørð, sum løgfrøðisliga vóm roknaðar sum ein heild, hóast tær vóm sundurbýttar millum fleiri ánarar. Til hesa jarðarheild hoyrdi ein bátur, ið hevði framíhjárætt fram um aðrar bátar at verða mannaður. Rættarmálið hjá gøtumanninum stingur okkum soleiðis kósina í rannsóknini eftir uppmnanum til framíhjárættin hjá fymdar- bátinum í bátsbandsskipanini. Leitað kann verða eftir dømum, har bátur kann stað- bindast til jørð, ið løgfrøðisliga kann hava verið ein heild, og her em tabellimar hjá Løbner góð hjálp. Løbners tabellir em sum nevnt bygdar upp um eina skráseting av húskjum. Hvørt húskið verður frámerkt við nøvnum teirra, ið stóðu fyri teimum. Nøvnini geva okkum møguleika at leita aftur um tabellimar at staðbinda tey, ið høvdu ogn í báti, til jørð, tey sótu við. Slík kanning er sera drúgfør, tí skil skal bæði verða fingið á byggisøgulig- um viðurskiftum í sambandi við jørðina og á ættargranskingarligum spurningum. Fyri at lætta um, havi eg tí valt at avmarka kann- ingina til Norðoyggjar, har fyrireikingar- arbeiðið longu er gjørt og útgivið17. Við støði í upplýsingunum úr Norðra- gøtu kann verða ætlað, at á búplássum ella bygdum við bert einum stómm báti skrá- settum, t.v.s. annaðhvørt seksmannafari ella áttamannafari, hevði tann báturin til- knýti til eina jarðarheild og hevði støðu sum fymdarbátur. í Norðoyggjum hava menn Løbners skrásett 9 bygdir ella bú- pláss, har bert tann eini stóri báturin var. Tað er í Hvannasundi, á Norðtoftum, í Múla, á Norðoyri, í Gerðum, í Upsalum, á Blankaskála, á Trøllanesi og í Haraldsundi. í tabellunum er skrásett kongsjørð, óðalsjørð og uppsitarajørð hjá hvørjum ein- støkum húski. Nú roynast skal at seta upp- givnu jørðina í samband við møguligar jarðarheildir, stinga tmpulleikar seg tó upp. I sambandi við kongsjørðina em ivamálini fá, tí gott samsvar er millum tað, tabellimar uppgeva, og jarðarbøkumar. Tabellimar geva sostatt eina rætta mynd av kongsjørð- ini á teimum ymisku plássunum. Verri er við uppgávuni av óðalsjørðini og uppsitara- jørðini, tí verður tað uppgivna markatalið fyri bygdina samantalt, verður úrslitið øðr- vísi enn tað í veruleikanum var. Orsøkin er, at ikki er víst, at óðalsjørðin, eitt húski verður skrásett við, lá í somu bygd, húskið sjálvt búði í. Maður kundi eiga jørð í aðrari bygd og hava uppsitara fyri seg har. í slík- um føri verður tann sama jørðin skrásett tvær ferðir í tabellunum, t.v.s. bæði hjá eig- aranum og hjá uppsitaranum, eigarin hevði fyri seg í bygdini, har jørðin var. Tann sama jørðin var jú inntøkugrundarlag hjá báðum, og inntøkugmndarlagið var tað, tabellimar skuldu lýsa. Avleiðingin av hesum er, at í metingunum av jarðarheildum, ið kunnu
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.