Fróðskaparrit - 01.01.1993, Side 167

Fróðskaparrit - 01.01.1993, Side 167
LIMIR í FØROYA FRÓÐSKAPARFELAG FARNIR SEINASTU 10 ÁRINI 171 Tróndheimi. Hann legði frá sær í 1968. Annað stórverk hansara fyri føroyskt mál er “Litt om framvoksteren av det færoyske skriftmálet”, ið varð prentað í greinasavn- inum “Skriftsprák i utvikling. Tiársskrift for Norsk spráknemnd, Oslo 1964. í Fróðskaparrit hevur hann skrivað grein- ina: 1964. Kring J.H. Schrølers omsetjing av Matteus- Evangeliet, 1823. 13. bók: 235-262. Jón Helgason, 30. juni 1899 - 19. januar 1986. Jón Helgason, professari í Keypmannahavn varð borin í heim á Rauðagili í Hálsaveit í Borgarfírði. Faðir hansara var bóndi. Hann tók studentsprógv í Reykjavík 1916, las norrøn frøði við lærda háskúlan í Keyp- mannahavn, varð doktari við Háskóla Islands 1926 fyri ritgerð um Jón Olafsson Grunnvíking, skrivara Arna Magnússonar. Eftir tað var hann professari í íslendskum máli og bókmentum við lærda háskúlan í Osló og síðan (1927) bókavørður á Áma Magnussonar savni í Keypmannahavn. Har tók hann við eftir Finn Jónsson í 1929 sum professari í fomíslendskum máli og bók- mentum. Samtíðis varð hann fyristøðumað- ur fyri Ámasavni. Hesi størv røkti hann, til hann legði frá sær fyri aldur. Hann hevur skrivað hópin av bókum og greinum um frøðigrein sína og hevur har- umframt verið stórvirkin útgevari av fom- um íslendskum handritum. Hann var m.a. ritsjóri á útgávurøðini Bibliotheca Ama- magnæana. Serligan áhuga okkara man hava útgáva hansara av íslendskum forn- kvæðum, t.e, kvæðum átøkum okkara dansikvæðum. Hann var gitin fyri at vera vandin útgevari, ið setti strong krøv til sín sjálvs og teirra, ið hann starvaðist saman við. Á ungum studentsárum kom hann til Føroya at vera lærari á skeiði í íslendskum, sum Føroya kennarafelag, sum lærarafelag- ið æt tá, skipaði fyri. Hann hevði tilhald á háskúlanum hjá Símuni av Skarði. Hetta man hava givið kveikin til tann alsk, hann alla ævi hevði til føroysk mál, sum hann talaði og skrivaði ikki bert lýtaleyst, men av list og stílsnild. Aftur at sínum stóra verki um íslendskar mentir hevur hann eisini giv- ið sær stundir at skriva um føroysk evni. Hann hevur skrivað hesar greinar um Føroyar í Fróðskaparrit og í øðrum tíðarrit- um eisini: 1922. Flóvants ríma. Varðin 2: 111-117. 1924. Færøiske studier, 1. Den ældste optegnelse af færøske kvad 2. Ljómur pa Færøeme. Maal og Minne. Oslo: 29-48. 1931. Tvey gomulføroysk skrift. Varðin 11:65-84. 1932, saman við Janusi Øssurssyni. íslendsk lesibók. Keypmannahavn. 1932. Lucas Debes. Føroyingafelagshefti 2. Keyp- mannahavn. 1945. Ljómumar. Utiseti (I). Keypmannahavn: 19-29. 1951. Kongsbókin úr Føroyum. Utiseti VI. Keyp- mannahavn: 101-122. 1952. Nøkur orð aftrat um kongsbókina. Utiseti VII. Keypmannahavn: 113-115. 1964. Jófreys kvæði. 13. bók: 140-157. 1970. Priðji íhaldskarl. 18. bók: 206-226.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.