Fjarðbúgvin - 02.12.1971, Blaðsíða 4

Fjarðbúgvin - 02.12.1971, Blaðsíða 4
HÓSDAGUR.2.DES. 1971 SÍDA 4 NEYÐINOG DEYÐIN REIKA UM í hesum dágum hava Lions klubbarnir lario fyriskipað, at brævbjálvar verða bornir í hvørt hús her á landi, har hdvi býðst fólki at leggja pen- ing 1 til frama fyri eystpaki- stansku flóttafólkini í India. 12 mill. flóttafólk Síðani í mars, tá borg- arakríggið í Eystur-Pakistan tók seg upp, hava uml. 10 mill. av menniskjum leitað um markið til India. Og streymurin gongur líka stríð- ur enn, ti fyri hvørt samddg- ur, ið fer, fjdlgast flóttatalið við eins mongum, sum búgva her á landi. Fyri árslokrokna menn við, at^ talið er rokkið upp í tær tólv m Jlliónirnar. Eftir at hava skjdlkað 10-14 nætur - (um dagin mugu tey krógva seg, orsakað avkrígn- um) - koma tey útlúgvað, forteipað, sjúk og svong inn í fremmandalandið. Um kapp við deyðan I samarbeiði við ST, pri- vatu hjálparfyritdkurnar, kir- kjurnar og Reyða Kross gera indversku mytidugleikarnir ait, teir kunnu, at hjálpa hes- um deyðkomnu mannahópum. I flóttalegunum verður stutt sagt arbeitt um kappviðdeyð- an. Sambært aimenn tdl, so doyggja í løtuni 1000 børn dagliga. Tað óaimenna talið ketinir eingin, ti familjur, ið missa børn, gretta tað ikki, tí so verður skorið av dag- ligu ransónini. Neyðin er ómæJ.andi svár SKALA- STEYPA KAPP - INGIN í tvey ár hava fimleikarar úr HF og Støkk kappast um steyp - givið av Skála Skipasmiðju. Henda kapping hevur verið á Glyvrum fyri jól hvørt árið, og í ár er ætlanin athavahana sunnudagin 12. des. Kapp- ingarreglurnar siga, at steyp- ið skal vinnast tríggjar kapp- ingar á rað av sama manni' ella fyrst fimm ferðir. í ár verður spennandi, um Jóhann, sum hevur vunnið báðar ferð- irnar, ið kappast hevur verið, fær tað til ognar, ella ein ann- ar fer av stað við tihesaferð. Nýtt fimleikafelag varð í fjør stovnað á Tvøroyri, og hevur Støkk eisini boðiðteim- um við í ár. Jóhan í hondstøðu á hesti suðuri f Havn r hvørji einastu flóttaiegu kynda teir líkbái um r.áttina at brenna tey deyðu, til tess at tilveran skal ikki eitrast hjá teimum, ið eftir hóra. Sum altíð í slíkum umst'øð- um, so eru tað børnini, ið koma at vera fyri dyggasta smeitinum, tf tey skorta mót- støðumegi. Roknað verður við, at f mir.sta lagi 1 1/2 mill. av børnum liða av "undirer- neringi" - heiti, mál okkara valla hevur neyva merking fyri. Lívbjarging ein mánað Fyri tjúgu krónur kann ein av hesum neyðstøddu familj- unum lívbjargast í ein mán- að. Lions heitir ti á hvđnn og ein eftir førimuni at hjálpa við at lata eina yieningagavu í bjálvan og flyggja næsta banka ella sparikassa liann. Tað ber eisini til ^at senda peningin beinleiðis á giro 23, Folkektrkens Nødhjælp, ti Lions felagsskapurin hevur avgjørt, at innsayningin ^skal latast Neyðhjálp FÓlka- kirkjunnar í arbeiði hettnara millum^ eysturpakistansku flóttal'ólkini í India. Sí annars lýsing í blaðnum í dag frá Lions Club ÍEystur- oynni um nevnda tiltak. HVÍ? Hví í allari víðu veró næsta mm skaka, Tá ið hann ikki ger nøkrum nakað. Hví skalt tú ein annan undir fótum traðka tá tú ikki sjálvur tekur tað til takka. Um hann er lítil ella stórur, kemur ikki sakini við, tað mmsta kravið er, at ein kann fáa frió. Joen Jacob í Gerði OG SO ETUR HANN EINANS TVÆR FERÐIR UM DAGIN Henda unga kvinnan frá Perth í Australiu sær ikki út av nógvum við sfðuna av glimaranum Haystacks Calhoun, og tað er heldur ikki so undarligt, tá hugsað verður um, at hann vigar stfvliga 280 kg. Hann kom til Perth yið flogfari, og tá varð hann noyddur at biðjaum tveir sessir fyri at kunna sita. Hann sigur sjálvur, at hann bert etur tvær ferðir um dagin. Til morgunmat: 12 egg, 20 pannu- kakur, eitt kg. av bacon og afturvið hesum drekkur hann einar 3-4 litrar av mjólk. Um kvøldið: 2 kg. av kjøti, og afturvið ti eina rúgvu av grønmeti.

x

Fjarðbúgvin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.