Tíðindablaðið - 13.03.1974, Qupperneq 5
SíðaS
t
%
<
TÍÐINPABLAÐH) mikudagin 13. mar&1974
Politistur ákærdur fyri
yvirgang í Klaksvík
Sigur seg hava givið ávarðing, áðrenn nakað hendi
Hósdagin varð rættur
settur í Klaksvík, har
politisturin, Eivind Han-
sen, varð ákærdur fyri at
hava lopið á tveir ósekar
menn. Ein maður frá
danska statsadvokatinum
var ákærari.
Hendingin fór fram um
hálvgum tólv tíðina 26.
januar á Biskupsstøð.
Tær einastu kanónirnar,
føroyingar ráða yvir, eru
tær gomlu á Skansanum.
Burturfluttur
og myrdur
Norðurírski politikarin,
Billy Fox, var í
gjáranáttina burtur-
fluttur av 12 vápnaðum
monnum.
Tað varð beinanvegin
skipað fyri stórari
leiting um alt Norðurír-
land. Bæði politi og
trygdarhermenn tóku
lut í leitingini.
Fyrrapartin í gjár
varð likið av Billy Fox
funnið. Hann var skot-
in gjøgnum høvdið.
Tað var meðan hann
var og vitjaði ein
vinmann, ið býr tætt
við írska markið, at teir
vápnaðu menninir fóru
avstað við Fox. Burtur-
flytamir bmtu inn í
húsini og tóku hann við
sær.
Álopnir
1 rættinum greiddu Sofus
Borðoy og Birgir Dam frá,
at teir komu gangandi eftir
vegnum á Biskupsstøð, tá
teir knappliga vórðu álop-
nir av einum politihundi,
sum Eivind Hansen hevði
hjá sær. Teir søgdu, at
hetta hendi, uttan at teir
fingu nakra ávarðing.
Umboðsmaðurin hjá bret-
sku trolarunum í Føroy-
um, Christen Joensen í
Klaksvík, upplýsir fyri
Tíðindablaðnum, at skip-
arnir komu til forhoyr í
rættinum í Edinburgh
siðst í farnu viku um
hendingina norðanfyri, tá
trolarnir gjørdu Dags-
stjørnuni ónáðir.
Tað er ikki greitt enn,
hvat hendir við skiparu-
num, men landsstýrið
hevur kravt, at teir verða
revsaðir og missa loyvið at
veiða undir Føroyum.
Kenning
Christen Joensen sigur, at
eftir hvat hann hevur
frætt, hevur tað ikki verið
ætlanin hjá skiparunum at
sigla á Dagsstjømuna.
Teir hava helst havt
kenning og gjørt hetta í
spølni.
Ein annar trolaraskipari
visti at siga frá Clarkwood
Danin Anders Nyborg
hevur gjørt eina Føroya-
medalju úr bronsu, sum
fólk kunnu bíleggja frá
forlagi hansara. Hetta er
hansara fyrsta Føroya-me-
dalja, men árini framman-
undan hevur hann gjørt
medaljur, sum bera heitið
av øðmm londum, t.d.
íslands- og Grønlands-me-
daljur. Tær em eisini
framleiddar í ár, og
haraftrat er ein Danmark-
ar-medalja.
Við momsi
Medaljurnar kosta 95 kr.
stykkið, og tær verða
Tað kom til bardaga
millum teir og politistin,
sum hevði frí og var
sivilklæddur. Hetta vardi í
knappar 10 minuttir, og
aftaná meldaðu báðir
partar bardagan til politi-
ið.
Sofus Borðoy og Birgir
Dam fóru eisini til lækna
og fingu váttan fyri, at
annar var bitin av hundi,
og Aberdeen Fisher, at teir
vistu ikki av, at Dags-
stjørnan var vaktarskip,
men hildu tað vera eitt
línuskip, sum skuldi royna
har. /
Aberdeen Fisher segði
seg eisini hava roynt at fáa
samband við Dagsstjømu-
na, men hetta miseydnað-
ist, sigur Christen Joen-
sen.
Høvdu last
Clarkwood hevði verið á
Klaksvík beint áðrenn
hetta hendi. Hann hevði tá
1.000 kassar og skuldi bert
gera eina litla roynd aftrat,
áðrenn hann fór at sigla til
marknað.
-Tað em bert einir 6-8
bretskir trolarar, sum ikki
royna aðrastaðni enn undir
Føroyum, og Clarkwood er
ein av teimum, sigur
umboðsmaður teirra í
Klaksvík. Skipeu'in, Geor-
ge Wood hevur als ikki
seldar til Føroya við
momsi, hóast tann regla er
galdandi í Danmark, at
momsur skal ikki roknast
av vømm til Føroya.
Okkum er kunnugt, at
ein maður hevur skrivað til
Anders Nyborg og gjørt
hann vamgan við, at
momsur skal ikki takast
av vømm til Føroya.
Svarið var, at tað bar ikki
til at draga momsin frá, tí
hetta vaks ov nógv um
umsitingarútreiðslurnar
hjá forlagnum.
Føroya-medaljan - fæst
bert við momsi
og at teir høvdu fingið
frammaná. Annar hevði
fingið blátt eyga.
Ávarðing fyrst
Eivind Hansen greiddi frá,
at hann kom gangandi
fram við Biskupstøð og sá
Sofus Borðoy og Birgir
Dam ganga og syngja og
spæla. Hann bað teir
gevast og fara heim, men
teir svaraðu illa aftur.
Hann segði hetta tvær
ferðir, og tá hetta ikki
hjálpti, varð áfast.
Sofus Borðoy og Birgir
Dam søgdu, at hundurin
gekk leysur,, men hesum
vísti Eivind Hansen aftur.
Nøkur vitni vórðu eisini
avhoyrd undir rættar-
gongdini i Klaksvík.
Frágreiðingamar vóm ym-
iskar, men øll vóm samd
um, at hundurin var ikki
leysur.
Máhð er nú tikið til
dóms.
roynt aðrastaðni, og tað
verður tí ein smeitur fyri
hann, um hann missir
loyvið at veiða her.
Harður streymur
Christen Joensen sigur
annars frá trolamnum, at
um vikuskiftið var so
harður streymur, at teir
fingu ikki roynt. Annars
plaga trolarnir helst at
vilja hava harðan streym.
Tað hevur verið óvan-
liga harður streymur nú.
Hildu Dagsstjørnuna
vera eitt fiskiskip
Trolaraskiparnir til forhoyr
í Edinburgh
Tekur moms av
vøru til Føroya
Drúgv um-
væling
100 tonsarin Sundaenni
úr Hvannasundi er á
sleipistøð í Havn enn.
Eldur kom i hann 7. í
hesum, og streym-
veitingin skaddist. Allir
kaðalarnir úr maskin-
rúminum uppi á brúnni
og talvan í maskinrúmi-
num mugu skiftast úr.
Báturin er eisini til
garantieftirlit. Teir ha-
va hivað maskinuna
upp, ti stevnirøtið var
leyst.
Sundaenni verður
helst ikki liðugur at
umvæla fyrrenn henda
vikan er úti.
Góð veiða
Sjúrðarberg, sum fór úr
Føroyum um hálvan
január og er í St.
Lawrence-flógvanum,
hevur havt góðan fiski-
skap. Teir hava um 500
tons.
Skálaberg, sum fór
um 20. január, er á
somu leið. Fiskiskapur-
in hjá teimum hevur
verið nakað slakari.
Liðugur skjótt
Tann nýggi trolarin hjá
Kjølbro, Sundaberg,
liggur nú við bryggju í
AAlesund, har hann
verður gjørdur liðugur.
Ætlanin er, at hann skal
koma til Føroya fyrst í
april. Sundaberg er
sama slag sum Sjúrðar-
berg.
500 tons í
eina viku
Tað hevur verið nógv
arbeiðið á flakavirki-
num á Kósini í
seinastuni. Vírkið tók í
síðstu viku ímóti til-
samans 500 tonsum,
sum vórðu skorin til
flak og saltað.
Tað var so nógv
arbeiði, at teir koyrdu
brosmuna yvir á Norð-
borg.
Trý skip við
268 tonsum
Tey trý línuskipini,
Jákup B, Klakkur og
Polarstjørnan, sum eru
á ísfiskaveiðu undir
íslandi, vóru heima í
seinastu viku við til-
samans 268 tonsum av
ráfiski.
Jákup B hevði 96,
Klakkur 90 og Polar-
stjørnan 82,5 tons. Tey
eru øll farin avstað
aftur.
TIÐINDI
UR
NORÐOYUM
Trý tons á Fl.
Cape
Hans Erik, Norðaldan
og Borðoyames royna á
Flemische Cape og fáa
um trý tons uppá dagin,
tá tað viðrar, men
veðrið hevur annars
verið vánaligt. Tey
hava roynt har í ein
góðan mánað.
Eisini Kvikk er yvir-
farin og skuldi verið har
nú. Jógvan S fór yvir í
gjáranáttina, og Pison
fer seinni í Vikuni.
Upsaveiða
í Klaksvík royna nøkur
skip og bátar eftir upsa.
Fiskiskapurin hevur
verið ójavnur. Esther
og Háenni hava roynt
síðani hálvan februar.
Tann besta dagin hevði
Esther 27.000 pund.
Seyðurin
úr býnum
Býráðið í Klaksvík
hevur sent øllum seyða-
eigarum bræv, har sagt
verður frá, at ætlanin er
í framtíðini at halda
seyðinum uttan fyri
býin. Fyrireikingar ver-
ða gjørdar til ein fund
millum býráðið og
seyðaeigarnar um mál-
ið, og miðjað verður
ímóti, at hetta skal vera
seinasti vetur, tá seyður
sæst í gøtunum í
Klaksvík.
Vanliga plagar seyð-
urin at verða rikin av
bønum um miðjan mei
mánað og koma innaf-
tur í hálvum oktobur.
Skal seyðurin haldast
burtur frá býnum, má
stikast runt alla Klaks-
víkina.
Gera veg til
svimjihylin
Kommunan í Klaksvík
er farin undir at gera
veg frá Tekniska Skúla-
num fram við fótbólts-
vøllinum til økið, har
tann nýggja svimjihøl-
lin skal standa. Tað er
sunnan fyri Itróttar-
hølhna.
Ein maður er komin
frá Akva-Byg, sum skal
byggja høllina.