Tíðindablaðið

Útgáva

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Síða 13

Tíðindablaðið - 26.04.1974, Síða 13
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 26. apríl 1974 Síða 13 Frá fótbóltsdystinum millum B 36 og Kí seinasta sunnudag í Gundadali. Skulu ongar frásagnir vera frá fótbóltsdystum i summar? Niels Juel Arge skrivar: Hvør man tæna hvørjum best? ISF ella Útvarpið Formaðurin í ÍSF sigur seg í einum lesarabrævi vilja rætta skrivleikar, sum hann heldur vera komnar í fatanina av viðurskiftunum millum Útvarpið og ISF. Tað stendur fyri egnu rokning hansara, at fólk (møgu- liga) hava misskilt støðuna - eg leggi ikki í at trætast við hann um tað. Men hann sigur týðuliga, at tað, sum málið snýr seg um, er, at ÍSF vil hava pengar fyri útvarping av ítrótti, og at ÍSF vil sleppa at avgera, hvat útvarpast skal. Lat meg taka hetta seinna fyrst. Útvarp okkara er ivaleyst av ymsum orsøk- um komið á eitt skráplan á vissum umráðum, men kemur tað so langt út á tromina, at tað fer at avreiða rætt sín til sjálv- støðugt at avgera, hvat sendast skal, tá kunna vit bara sløkkja sendaramar - og tað ongantíð ov skjótt. Fáa service Síðani er tað hitt fyrra kravið um gjald fyri ítróttarsendingar. Sam- bært ÍSF má Útvarp Føroya lata tílikt gjald, tí onnur útvørp gera tað. Neyvan nakað útvarp á okkara leiðum ger so nógv burturúr ítróttinum av egnum vilja sum Útvarp Føroya. Hetta meti eg hava alstóran týdning fyri ítróttarfólkið, ítróttarfel- øgini og ítróttarsamband- ið. Vit siga til dømis mestsum dagliga frá, at kappingar verða, hvar tær verða, nær tær verða og hvør luttekur, uttan at tað kostar fyrireikarunum nakað, tá vit meta hetta at koma undir hugtakið tíð- indi. ISF-formaðurin vil vera við, at útvarping av kapp- ingum hevur kostað fyri- reikarunum pengar. Hetta samsvarar ikki meting míni av støðuni. Tvørturí- móti haldi eg, at útvarpið í flestu førum eggjar áskoð- arum at koma til kapping- amar, og sostatt syrgir útvarpið fyri, at ítróttar- feløgini fáa fleiri pengar til raksturin, enn tey annars høvdu fingið. Nevndin sigur nei Itróttarsendingarnar eru annars ikki kostnaðar- leysar fyri okkum. Eg skal bert nevna, at nógv fólk má brúkast til reportasj- umar, og seinastu árini hava vit til dømis gjørt iløgur uppá fleiri 10.000 krónur i tól til útvarping av kappróðri, sum vit hava hildið fast við at útvarpa, hóast hetta tilfar ikki longur hevur tann heilt stóra áhugan hjá lurtar- unum. At enda skal eg nevna, at útvarpsnevndin hevur samtykt, at gjald skal ikki latast fyri itróttarkapp- ingar, og her haldi eg avgjørt, at hon hevur verið á rættari leið. Hesi samtykt havi eg arbeitt út frá, og alla tíðina havi eg havt tað i huga, at itrótturin eigur at tæna útvarpinum eins væl og útvarpið tænir ítróttinum. Tað tykist vera torført at fáa ítróttarsambands- menn at skilja hetta - tíverri. N.J. Arge útvarpsstjóri Byrja 2. mai Tann skrivliga próvtøk- an í Hoydølum byrjar 2. mai. Tá eru tað teir 31 realskúlanæmingarnir, sum fara til próvtøku. Studentamir byrja ta skrivligu próvtøkuna 13. mai. Teir em í ár 73, og er hetta tað størsta talið higartil. Hesin állurin er komin um Atlantshavið Myndin vfsir ein lítlan áll, sum vit funnu undir einum steini í einari á fyri nøkrum døgum síðani. Summa- staðni í Føroyum verða hesir smáu, dimmu állarnir nevndir álakálvar. Tað finst nokkso nógv av álli f áum og vøtnum í Føroy- um alt árið. Állurin hevur ein løgnan livihátt, sum menn ikki kenna fult út. Hann gýtur í Saragossa- havinum yviri við Amer- ika. Haðani rekur yngulin eystureftir til Vestureu- ropa. Hann fer niðan í áir, gravir og vøtn bæði suðuri á meginlandinum og norð- ari. Føroyar og Island verða roknað sum út- jaðaraøkini, har hann heldur til. í lýggjum veðri kemur hann fram her hjá okkum, meðan hann heldur til niðri í botninum í kaldari veðri. So leingi hann heldur til her, er hann myrkur á liti, men tá hann eftir nøkrum árum er vaksin, heldur hann avstað vesturyvir og gerst tá ljósari á liti. Henda áll kalla teir blankáll. Hann fer nú vesturaftur í Saragossahavið at gýta. Frá tí, hann fer hiðani, etur hann ikki aftur. Hann gýtur í Saragossahavi- num, tá hann er aftur- komin hagar, og so doyr hann. Menn kenna ikki gjøllari til liv hansara í Saragossahavinum. Tað er likt til, at hann gýtur á heilt djúpum vatni - og Saragossahavið er djúpt: 7.000 metrar. Meðan állurin heldur til á okkara leiðum er hann feskvatnsfiskur og livir í áum og vøtnum. Hann broytir púra livihátt og skap, tá hann fer vestur- aftur at gýta. Állurin gerst tá djúpvatnsfiskur, hann fær stór eygu og annars eina útsjónd, sum ser- merkir fisk, ið livir á djúpum vatni. Nakað hevur verið roynt eftir álli i Føroyum, og tað er ikki sørt til av honum. Hann gerst rættuliga stórur, meðan hann er her - á føroyskum finst navnið alinsállur, sum kemur av støddini.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.