Føringatíðindi - 01.05.1893, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.05.1893, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 5- MAI 1893. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! Um várið er ikki sjáldsamt at síggja kornnálirnar gulna og svorðin í bo og haga ella á húslonum folna ella sortna av ollum. ! Tá er tað oftast terrin, sum fær skyldina, tó at tað mátti verið skilligt, at her í Forjum verður ongantíð so turt, at groðin má folna av tí grund. Heldur eru smádjór, sum herska í moldini ella svorðinum, at- | voldin í hesum skaða. í árum, sum veður- lagið ar gott fyri hesu smádjór, hovdu tey j nórst yvirhonds, hevði ikki skaparin in- rættað tað so, at onnur smádjór og fuglar • ■ vóru til at avoyða tey. Tá ið vit pina og ræna teir nyttugu fuglarnar, sum skulla hjálpa til at verja okkum fyri skaðadjórinum, og tey so taka yvirhond, tá mugu vit siga sum kerlingin á sinni: »Sjálvgjórt er væl gjórt«. Fyri uttan tann beinleiðis vinning vit liava av at friða fuglarnar, mátti hvort rættonkjandi fólk haft so mikla gleði avat hoyra og siggja fuglarnar sum teir fljúgva og ferðast, makast, reiðrast og ansa sínum ungum, at teir væl mátti fingið fullan frið til at njóta livið og nórast sum best ber til. Tað vísur seg, at tey fólk og fólka- slóg, sum eru mest friðalig, siðulig og góðslig hava best eyga fyri at friða og fjálga tey meinaleysu djórini. Har aftur- ímóti eru harðsint og óvargalig fólk alt sum oftast ring við djórini. Fleiri av teimum mest villsintu og hjartaleysu mor- đarum, róvarum og skálkum, sum til hava verið, hava í óvitaárinum haft sina storstu gleði av at pína og plága alskyns djór og fiogfenað, Allir lærarir og óll foreldur, sum vilja bórnum sínum væl, átti at lagt sær eina við frá fyrstu tíðini av at inprenta í bórnini, hvussu stór synd lað er at fara illa við djórinum, sum skaparin hevur sett til at liva javnsíðis við okkum í verðini og út- gjðrt hvórt fyri seg við sínum evnum og fólilsum til at gleða seg við lívið og arbeiðá til at fylla tað enđamál, sum hann í sínum óútgrunduliga vísdómi hevur fyri sett. Fiskatollurin. rLukka fatti knokkafnar, ið hesum handlum stýrau. Nókur ár herfyri fekkst væl fyri fiskin, bæði fyri klippfisk, ráskornan fisk, saltfisk og ráfisk. So frættist, at teir á Spanja- landi hóvdu sett hógan toll á fisk, sum har verður fórdur inn frá útlondum. Handils- menn okkara drálaðu nú ikki langa lótu. áðrenn teir settu fiskaprísin niður. Lóg- tingið legði tá allar árar yvir borð at fáa tollin lækkaðan, tí at fátækur maður í Fórjum hevði so stórt tap av hesum tolli. Tað frættist, at vinstrumenn í Danska ríksdegnum ikki vildu lækka tollin á víni, sum verður fórt úr Spanjalandi inn í Danska ríkið; ti kom eingin lætti í tollinum tað ferðina. Lógtingið vendi aftur sina um- hugsan móti liesum órindi og talaði við hjartaligum orðum til ríkisstýrilsið um, hvussi harðliga tað var fyri neyðini, at teir fátæku útróðramenninir í Fórjum skuldu fáa betri vilkor. Stutt fyri Torlaksmessu, ið var, fingu teir, sum stanđa fyri útríkis órinđum í ríkisstvrilsinum, í lag, at tollurin lækkaðist ein góðan mun. Nú var gleðin hogt á lofti hjá mær og mínum líkum. Vón var um góðanfiski- skap og almikið kundi fáast fyri fiskin. Mundi vit ikki, einar tveir đagar eftir at posturin var komin við hesum tiðinđum, fara at fáa 2 ella 3 oy. meir fyri pundið av fiskinum sum hann kom úr sjónum? — Jú ivaleyst. Men, gakk! — Torlaksmessa fór og Pállsmessa kom, Kyndilsmessa, Gragaris- messa og Krossmessa við: einki batnaði. »Dimmalætting« hevur sagt keyp- monninum frá hesum um tollin — alt til onga nyttu. Eg havi spurt meg fyri, og summir svara mær, at tað stenđur minni á keyp- monninum at fáa lækkað fiskaprísin eftir eftir einum đegi, enn at fáa hækkað hann eftir einum hálvum ári. Summi siga, at

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.