Føringatíðindi - 01.05.1893, Side 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. 5-
MAI 1893.
Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið!
Um várið er ikki sjáldsamt at síggja
kornnálirnar gulna og svorðin í bo og haga
ella á húslonum folna ella sortna av ollum. !
Tá er tað oftast terrin, sum fær skyldina,
tó at tað mátti verið skilligt, at her í
Forjum verður ongantíð so turt, at groðin
má folna av tí grund. Heldur eru smádjór,
sum herska í moldini ella svorðinum, at- |
voldin í hesum skaða. í árum, sum veður-
lagið ar gott fyri hesu smádjór, hovdu tey j
nórst yvirhonds, hevði ikki skaparin in-
rættað tað so, at onnur smádjór og fuglar • ■
vóru til at avoyða tey. Tá ið vit pina og
ræna teir nyttugu fuglarnar, sum skulla
hjálpa til at verja okkum fyri skaðadjórinum,
og tey so taka yvirhond, tá mugu vit siga
sum kerlingin á sinni: »Sjálvgjórt er væl
gjórt«.
Fyri uttan tann beinleiðis vinning vit
liava av at friða fuglarnar, mátti hvort
rættonkjandi fólk haft so mikla gleði avat
hoyra og siggja fuglarnar sum teir fljúgva
og ferðast, makast, reiðrast og ansa sínum
ungum, at teir væl mátti fingið fullan frið
til at njóta livið og nórast sum best ber til.
Tað vísur seg, at tey fólk og fólka-
slóg, sum eru mest friðalig, siðulig og
góðslig hava best eyga fyri at friða og
fjálga tey meinaleysu djórini. Har aftur-
ímóti eru harðsint og óvargalig fólk alt
sum oftast ring við djórini. Fleiri av
teimum mest villsintu og hjartaleysu mor-
đarum, róvarum og skálkum, sum til hava
verið, hava í óvitaárinum haft sina storstu
gleði av at pína og plága alskyns djór og
fiogfenað,
Allir lærarir og óll foreldur, sum vilja
bórnum sínum væl, átti at lagt sær eina við
frá fyrstu tíðini av at inprenta í bórnini,
hvussu stór synd lað er at fara illa við
djórinum, sum skaparin hevur sett til at
liva javnsíðis við okkum í verðini og út-
gjðrt hvórt fyri seg við sínum evnum og
fólilsum til at gleða seg við lívið og arbeiðá
til at fylla tað enđamál, sum hann í sínum
óútgrunduliga vísdómi hevur fyri sett.
Fiskatollurin.
rLukka fatti knokkafnar,
ið hesum handlum stýrau.
Nókur ár herfyri fekkst væl fyri fiskin,
bæði fyri klippfisk, ráskornan fisk, saltfisk
og ráfisk. So frættist, at teir á Spanja-
landi hóvdu sett hógan toll á fisk, sum har
verður fórdur inn frá útlondum. Handils-
menn okkara drálaðu nú ikki langa lótu.
áðrenn teir settu fiskaprísin niður. Lóg-
tingið legði tá allar árar yvir borð at fáa
tollin lækkaðan, tí at fátækur maður í
Fórjum hevði so stórt tap av hesum tolli.
Tað frættist, at vinstrumenn í Danska
ríksdegnum ikki vildu lækka tollin á víni,
sum verður fórt úr Spanjalandi inn í Danska
ríkið; ti kom eingin lætti í tollinum tað
ferðina. Lógtingið vendi aftur sina um-
hugsan móti liesum órindi og talaði við
hjartaligum orðum til ríkisstýrilsið um,
hvussi harðliga tað var fyri neyðini, at teir
fátæku útróðramenninir í Fórjum skuldu
fáa betri vilkor. Stutt fyri Torlaksmessu,
ið var, fingu teir, sum stanđa fyri útríkis
órinđum í ríkisstvrilsinum, í lag, at tollurin
lækkaðist ein góðan mun.
Nú var gleðin hogt á lofti hjá mær
og mínum líkum. Vón var um góðanfiski-
skap og almikið kundi fáast fyri fiskin.
Mundi vit ikki, einar tveir đagar eftir at
posturin var komin við hesum tiðinđum,
fara at fáa 2 ella 3 oy. meir fyri pundið
av fiskinum sum hann kom úr sjónum? —
Jú ivaleyst.
Men, gakk! — Torlaksmessa fór og
Pállsmessa kom, Kyndilsmessa, Gragaris-
messa og Krossmessa við: einki batnaði.
»Dimmalætting« hevur sagt keyp-
monninum frá hesum um tollin — alt til
onga nyttu.
Eg havi spurt meg fyri, og summir
svara mær, at tað stenđur minni á keyp-
monninum at fáa lækkað fiskaprísin eftir
eftir einum đegi, enn at fáa hækkað hann
eftir einum hálvum ári. Summi siga, at