Føringatíðindi - 01.05.1893, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.05.1893, Blaðsíða 2
fiskurin kann ikki verða đýrari her hjá okkum, tí at Normenn hava veitt so væl av torra- og várfiski í ár. — Patur á tara- mýru, sum er ein hálvur spekulantur, veit best at greiða frá, hvussu tað ber til við tolli og fiskaprísi. Hann sigur: sTollurin er lækkaður so mikið, at tað ger okkurt um 47 hunđraðpartar av einum oyra fyri pundi av óflæktum fiski. Vit hava sjálvir hoyrt keypmenn blóta uppá, at teir hava tapt uppá fiskin sum var. Tá er tað ov hart fyri teir at tapa 3 hundrapartar av einum oyra aftur at uppá hvórt punđið.« Eftir tað at eg havi hoyrt hetta, gevi eg meg til tols. Keypmonninum ger tað ikki lítlan styrk um teir tapa 47 hundrað- partar minni uppá pundið. Eg kann ætla, at hetta ger so mikið sum 150,000 krónur fyri allar keypmenninar hvórt árið, og tann styrk kann eg væl unna teimum. Mær ger tað hálva oyra ikki stóran mun, tí eg havi mfna mestu vinning av lanđinum. Um eg og synir mínir onkum tíð fara út í fjórðin einu kyrrindir, so kunna vit siga við keypmannin, sum Koll- firðingurin segði á sinni, tá ið hann helt seg fáa ov Htið fyri góðingakálvin: »Sá æde vi den sjálv«. —- Vil eg enduliga hava nakað »sum kann í lumma ringla«, so mong 3-oyrur, sum eg havi fyri neyðini, slíta vit okkum einhvónsvegnar, tó at eg eri hálvur landkrabbi. ,,Hvussu skulla vit gera. tá ið fiskurin vil ikki bíta“. Teir, sum sigla við hesum nógvu nýkomnu fiskiskipunum, klaga uppá, at, tó at fiskurin er nógvur til bæði á ban- kanum og norðhavinum, vinnist lítið áv honum, av tí. at langlínurnar eru til bága. í fyrra plássinum er tað tey Eingilsku guvuskipini Og i hinum útróðrabátarnir, sum spilla spælið. Hetta er so mikið liarmuligari, sum at fiskurin er so býttur, at hann »letur seg fiska á ongum agni«. Tað gevur at bíta við Fransaskipinum, sum liggja og »pilka« fiskin Upp frá hond, meðan okkara fólk ikki leskast. Tað kom slík óði i fólk av tí at tað í vetur frættist, at nakrir »dekksbátar« skulđu koma til landið at dríva fiskiveiði við langlínum, og tað var hildin at vera so góður veiðingamáti, at av tí fór fiskurin at útruddast. Er tað ikki fyri neyðini, at vit taka við hesum nýggja mátanum sum skjótast, ella er tað betri at bíða til Skotar og írar hava etið alt? Er tað ikki líka gott, at krákurnar fáa tað, sum ravnarnir? Tann spyr, ið ikki veit, og eg eri ikki annað enn ein býttlingur. „EÍtt hunda hol“ má Havnin skjótt fara at kallast. Tað er nú drúgvast hundur í hvórjari smáttu. Mær dámar væl vitugar og væl vandar hunđar, sum eru til gagn ella gleði fyri tey, sum hava við teir at gera, men hunđar, sum fáa lftlan og ongan ans, eru lítið dámligir. Slíkir hundar, sum ikki verða hildnir til at gera gagn, falla ofta til ódygdur og ónosligheitir, ganga útsvóltaðir, skirvisligir og naskir, glepsandi eftir hvórjum manni, stundum setandi tenn í klæðini á fólki og, tá ið illa vil til, on- kumtíð tiggjandi fólkakjót. Odámligari sjón kann ikki vera, enn ein hópur av slíkum óvandum óvargadýrum. I útlond- inum hevur tað í mongum stóðum verið fyri neyðini at seta skatt á hvónn hund, so at slagið ikki skal nórast ov mikið sær sjálvum og borgarinum til pinslu og vanda. Tá ið hesum nýggju skúlin, sum tey vænta -fer at verða Havnarkommuni ein niðurgangsskúli, er komin undir tak, tá munnu teir, sum standa fyri stýrinum, iva- leyst fegin taka við hundaskatti og óðrum, sum kann fylla uppi kassan. Hópandi, at hetta verður haft í minni, lðvi eg, enn einu tvey ár, ikki aftur at klaga upgá hundar. — e—. Fátt er betri enn á orði haft. Eina ferð í eldru tið hevði ein bátur sunnan fyri strej^m verið útrógvin fyri norðan. A aftur- ferðini var vatnið í kagganum gingið undan. Teir lógdu tí at landi norðan fyri Alvheygg. Har visti teir, at ein kelda átti at vera, hvarí væl fekst upp í kaggan. Gomul sógn er, at Álvheyggur er íbygdur. Maðurin, sum skal taka upp í kaggan, sigur ti við hinar, í tí hann fer frá teimum: »Mann hin gamli vera í smiðuni í kvóld?« Hinir slóu tað upp í gleim. Tað var nú nærum đagsett, so at manninum gekst illa at finna á kelduna; tó kom hann aftur við kagga- num so dánt fullum; men í tí at hann nærkast bátinum, kemur tað honum fyri, at eitt gongur aftan á honum. Teir á bátinum hoyra eisini nakað tvass, sum tá ið eitt gongur har, sum vátligt er; teir drála tí ikki við at koyra bátin frá og so til árar. Alt, sum teir rógva suður við landinum, tykist teimum, at hetta tvassið nærkast meir og meir. Eingin gevur sær stundur til at drekka og eingin talar eitt orð, fyrr enn teir móðir og hjartkiptir koma suður fyri Fossá. Tá sigur ein av teimum: íHetta batar ikki. Her hjálpur ikki at rógva. Lat okkum stoyta vatnið úrkagga- num.« Sum sagt so gjórt. Teir tóma kaggan og halda á fjórðin suður ímóti krossi. Eftir hetta hoyrdist einki tvass, og heldur ikki hoyrdist nakar av teimum at spoyreka álvheyggsbóndan við sinu smíðing.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.