Føringatíðindi - 01.05.1893, Síða 2
fiskurin kann ikki verða đýrari her hjá
okkum, tí at Normenn hava veitt so væl
av torra- og várfiski í ár. — Patur á tara-
mýru, sum er ein hálvur spekulantur, veit
best at greiða frá, hvussu tað ber til við
tolli og fiskaprísi. Hann sigur: sTollurin
er lækkaður so mikið, at tað ger okkurt
um 47 hunđraðpartar av einum oyra fyri
pundi av óflæktum fiski. Vit hava sjálvir
hoyrt keypmenn blóta uppá, at teir hava
tapt uppá fiskin sum var. Tá er tað ov
hart fyri teir at tapa 3 hundrapartar av
einum oyra aftur at uppá hvórt punđið.«
Eftir tað at eg havi hoyrt hetta, gevi
eg meg til tols. Keypmonninum ger tað
ikki lítlan styrk um teir tapa 47 hundrað-
partar minni uppá pundið. Eg kann ætla,
at hetta ger so mikið sum 150,000 krónur
fyri allar keypmenninar hvórt árið, og tann
styrk kann eg væl unna teimum.
Mær ger tað hálva oyra ikki stóran
mun, tí eg havi mfna mestu vinning av
lanđinum. Um eg og synir mínir onkum
tíð fara út í fjórðin einu kyrrindir, so
kunna vit siga við keypmannin, sum Koll-
firðingurin segði á sinni, tá ið hann helt
seg fáa ov Htið fyri góðingakálvin: »Sá
æde vi den sjálv«. —- Vil eg enduliga hava
nakað »sum kann í lumma ringla«, so mong
3-oyrur, sum eg havi fyri neyðini, slíta vit
okkum einhvónsvegnar, tó at eg eri
hálvur landkrabbi.
,,Hvussu skulla vit gera. tá ið fiskurin
vil ikki bíta“. Teir, sum sigla við hesum
nógvu nýkomnu fiskiskipunum, klaga uppá,
at, tó at fiskurin er nógvur til bæði á ban-
kanum og norðhavinum, vinnist lítið áv
honum, av tí. at langlínurnar eru til bága.
í fyrra plássinum er tað tey Eingilsku
guvuskipini Og i hinum útróðrabátarnir,
sum spilla spælið. Hetta er so mikið
liarmuligari, sum at fiskurin er so býttur,
at hann »letur seg fiska á ongum agni«.
Tað gevur at bíta við Fransaskipinum, sum
liggja og »pilka« fiskin Upp frá hond, meðan
okkara fólk ikki leskast. Tað kom slík
óði i fólk av tí at tað í vetur frættist, at
nakrir »dekksbátar« skulđu koma til landið
at dríva fiskiveiði við langlínum, og tað
var hildin at vera so góður veiðingamáti,
at av tí fór fiskurin at útruddast. Er tað
ikki fyri neyðini, at vit taka við hesum
nýggja mátanum sum skjótast, ella er tað
betri at bíða til Skotar og írar hava etið
alt? Er tað ikki líka gott, at krákurnar
fáa tað, sum ravnarnir? Tann spyr, ið
ikki veit, og eg eri ikki annað enn
ein býttlingur.
„EÍtt hunda hol“ má Havnin skjótt fara
at kallast. Tað er nú drúgvast hundur í
hvórjari smáttu. Mær dámar væl vitugar
og væl vandar hunđar, sum eru til gagn
ella gleði fyri tey, sum hava við teir at
gera, men hunđar, sum fáa lftlan og ongan
ans, eru lítið dámligir. Slíkir hundar, sum
ikki verða hildnir til at gera gagn, falla
ofta til ódygdur og ónosligheitir, ganga
útsvóltaðir, skirvisligir og naskir, glepsandi
eftir hvórjum manni, stundum setandi tenn
í klæðini á fólki og, tá ið illa vil til, on-
kumtíð tiggjandi fólkakjót. Odámligari
sjón kann ikki vera, enn ein hópur av
slíkum óvandum óvargadýrum. I útlond-
inum hevur tað í mongum stóðum verið
fyri neyðini at seta skatt á hvónn hund,
so at slagið ikki skal nórast ov mikið sær
sjálvum og borgarinum til pinslu og vanda.
Tá ið hesum nýggju skúlin, sum tey
vænta -fer at verða Havnarkommuni ein
niðurgangsskúli, er komin undir tak, tá
munnu teir, sum standa fyri stýrinum, iva-
leyst fegin taka við hundaskatti og óðrum,
sum kann fylla uppi kassan. Hópandi, at
hetta verður haft í minni, lðvi eg, enn einu
tvey ár, ikki aftur at klaga upgá hundar.
— e—.
Fátt er betri enn á orði haft. Eina
ferð í eldru tið hevði ein bátur sunnan fyri
strej^m verið útrógvin fyri norðan. A aftur-
ferðini var vatnið í kagganum gingið undan.
Teir lógdu tí at landi norðan fyri Alvheygg.
Har visti teir, at ein kelda átti at vera,
hvarí væl fekst upp í kaggan. Gomul sógn
er, at Álvheyggur er íbygdur. Maðurin,
sum skal taka upp í kaggan, sigur ti við
hinar, í tí hann fer frá teimum: »Mann
hin gamli vera í smiðuni í kvóld?« Hinir
slóu tað upp í gleim. Tað var nú nærum
đagsett, so at manninum gekst illa at finna
á kelduna; tó kom hann aftur við kagga-
num so dánt fullum; men í tí at hann
nærkast bátinum, kemur tað honum fyri,
at eitt gongur aftan á honum. Teir á
bátinum hoyra eisini nakað tvass, sum tá
ið eitt gongur har, sum vátligt er; teir
drála tí ikki við at koyra bátin frá og so
til árar. Alt, sum teir rógva suður við
landinum, tykist teimum, at hetta tvassið
nærkast meir og meir. Eingin gevur sær
stundur til at drekka og eingin talar eitt
orð, fyrr enn teir móðir og hjartkiptir koma
suður fyri Fossá. Tá sigur ein av teimum:
íHetta batar ikki. Her hjálpur ikki at
rógva. Lat okkum stoyta vatnið úrkagga-
num.« Sum sagt so gjórt. Teir tóma
kaggan og halda á fjórðin suður ímóti
krossi. Eftir hetta hoyrdist einki tvass,
og heldur ikki hoyrdist nakar av teimum
at spoyreka álvheyggsbóndan við sinu
smíðing.