Fróðskaparrit - 01.01.1971, Side 128
136
Útlitið fyri áhaldandi vøkstri í fólkatali Føroya
náttúrligi vøksturin í fól'katalinum bevur veriS eingin, men
heldur tí at tey eru so lág í mun til tøl úr øðrum londum.
í samanberingardiagramminum (Vergleiohdiagramm), 1. mynd,
eru Føroyar og grannalondini Noreg, Svøríki, Danmark,
England isett inn v-ið tølum úr sama tíðarskeiði, og Island
við tali frá 1876—85. Myndin vísir greitt serstøðu Føroya
um hetta mundi. Hini londini hava øll eitt burðartal uppá
30 °/oo ella hægri, og samstundis eru deyðatølini frá umleið
26 °/oo til 30 °/oo. Føroyar hava sum nevnt ein náttúrligan
vøkst uppá 0 °/oo, meðan hini londini liggja mil'lum 4 °/oo
(Noreg) og 8 %o (England). Hetta samsvarar væl við, at
føroyska samfelagið, bóndasamfelagið, hevði ógviliga av-
markaðar møguleikar. Henda samfelagsskipan kundi ikki bera
nakra stórvegis øking í fólkatalinum. Tí var burðartalið hildið
niðri á ymsan hátt. Lógin setti frá gamlari tíð (Seyðabrævið)
ávís krøv til mann, um hann skuldi sleppa at giftast og seta
egið búgv. Meðalgiftingaraldurin hevur heist verið rættiliga
høgur, sí Holger Rasmussen (1968).
Men hvussu kundi deyðatalið vera so lágt sum 19 °/oo?
Onnur lond sum Svøríki og Danmatk koma niður á hetta tal
eini 100 ár iseinni. Tað bendir á, at meðallivitíðin hevur verið
rættiliga long í Føroyum, ella sum Svabo tekur til »Man op-
naar her en høj alder«. Tað átti at verið ein uppgáva hjá
søguhugaðum 'læknum ella øðrum at kanna hetta sjaldsama
fyribrigdi. Ein fólkateljing um leið 20 ár seinni (í 1801) bendir
eisini á, at livitíðin hevur verið long, tí aldurssamansetingin
vísir, at í prosentum hava aldri verið fleiri gomul fól'k og
samstundis færri ung, hygg mynd 3 hjá R. Guttesen (1970).
Á gongdardiagramminum, 2. mynd, sum er bygt upp sum
tey »Ablaufdiagramm«, sum nevndi Witthauer nýtir, er
gongdin í burðar- og deyðatali saman við náttúrliga vøkstr-
inum avmyndað. Fýra tey elstu punbtini eru avsett sum tíggju
ára meðaltøl. 1880—85 er seks ára meðaltal, meðan restin,
frá 1886—90 til 1961—65, eru fimm ára meðaltøl. Saman-
fatandi kann ein siga um hesa mynd, at hon víisir eitt hækk-
andi burðartal upp til 1911—15. Tá hava vit hægsta talið: