Fróðskaparrit - 01.01.1971, Page 128

Fróðskaparrit - 01.01.1971, Page 128
136 Útlitið fyri áhaldandi vøkstri í fólkatali Føroya náttúrligi vøksturin í fól'katalinum bevur veriS eingin, men heldur tí at tey eru so lág í mun til tøl úr øðrum londum. í samanberingardiagramminum (Vergleiohdiagramm), 1. mynd, eru Føroyar og grannalondini Noreg, Svøríki, Danmark, England isett inn v-ið tølum úr sama tíðarskeiði, og Island við tali frá 1876—85. Myndin vísir greitt serstøðu Føroya um hetta mundi. Hini londini hava øll eitt burðartal uppá 30 °/oo ella hægri, og samstundis eru deyðatølini frá umleið 26 °/oo til 30 °/oo. Føroyar hava sum nevnt ein náttúrligan vøkst uppá 0 °/oo, meðan hini londini liggja mil'lum 4 °/oo (Noreg) og 8 %o (England). Hetta samsvarar væl við, at føroyska samfelagið, bóndasamfelagið, hevði ógviliga av- markaðar møguleikar. Henda samfelagsskipan kundi ikki bera nakra stórvegis øking í fólkatalinum. Tí var burðartalið hildið niðri á ymsan hátt. Lógin setti frá gamlari tíð (Seyðabrævið) ávís krøv til mann, um hann skuldi sleppa at giftast og seta egið búgv. Meðalgiftingaraldurin hevur heist verið rættiliga høgur, sí Holger Rasmussen (1968). Men hvussu kundi deyðatalið vera so lágt sum 19 °/oo? Onnur lond sum Svøríki og Danmatk koma niður á hetta tal eini 100 ár iseinni. Tað bendir á, at meðallivitíðin hevur verið rættiliga long í Føroyum, ella sum Svabo tekur til »Man op- naar her en høj alder«. Tað átti at verið ein uppgáva hjá søguhugaðum 'læknum ella øðrum at kanna hetta sjaldsama fyribrigdi. Ein fólkateljing um leið 20 ár seinni (í 1801) bendir eisini á, at livitíðin hevur verið long, tí aldurssamansetingin vísir, at í prosentum hava aldri verið fleiri gomul fól'k og samstundis færri ung, hygg mynd 3 hjá R. Guttesen (1970). Á gongdardiagramminum, 2. mynd, sum er bygt upp sum tey »Ablaufdiagramm«, sum nevndi Witthauer nýtir, er gongdin í burðar- og deyðatali saman við náttúrliga vøkstr- inum avmyndað. Fýra tey elstu punbtini eru avsett sum tíggju ára meðaltøl. 1880—85 er seks ára meðaltal, meðan restin, frá 1886—90 til 1961—65, eru fimm ára meðaltøl. Saman- fatandi kann ein siga um hesa mynd, at hon víisir eitt hækk- andi burðartal upp til 1911—15. Tá hava vit hægsta talið:
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.