Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 1
Ferðsluóhapp sum almannafyribrigdi
(sosialt fyribrigdi)
Ein epidemiologisk kanning
Jan Jespersen og August G. Wang
1 1960-árunum og 1970-árunum hevur verið ein búskapar-
ligur vøkstur í Føroyum, sum m. a. hevur havt við sær ein
sjáldsaman vøkstur í talinum á motorakførum, serliga á per-
sónbilum og prutlum. Hesin vøkstur hevur veriS nógv størri
enn vøksturin í fólkatalinum hesi somu ár. Tølini fyri tey
seinastu árini síggjast á 1. mynd. Frammanundan hevur ein
líkur vøkstur veriS í hinum vesturheiminum, í Ameriku í 1950-
árunum og í Vestur-Europu í 1960-árunum. Samstundis er
hendur ein vøkstur í talinum á ferSsluóhappum, bæSi viS og
uttan fólkaskaSa. Tey seinastu fáu árini tykist ein stígur vera
komin í vøksturin á ferSsluóhappum viS fólkaskaSa í Vestur-
Europu. FlestastaSni hava kanningar bent á, at samband er
millum vøksturin í ferSsluóhappum og vøksturin í motorak-
faratalinum, rúsdrekkaávirkan og ov høga ferS í ferSsluni
(ÁrsfrágreiSing fyri Føroyar, Statistisk Árbog, Nordisk Sta-
tistisk Ársbok, Nordentoft 1972, Hansson 1974, Hoffman
1976, Kamper-Jørgensen 1976).
FerSsluóhappataliS hevur eisini veriS í vøkstri her. Tøl frá
løgregluni vísa m. a.: 1970 1976 1977 1978
FerSsluóhapp uttan fólkaskaSa 949 1040 1228 1616
FerSsluóhapp viS fólkaskaSa 25 103 74 108
2 — Fróðskaparrit 1 7 3 4