Fróðskaparrit - 01.01.1979, Síða 113

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Síða 113
Fyriskipanin frá 3.5.1723 um handil í Føroyum 121 uppskot38, tí fyrru uppskot hansara ikki høvdu verið góðtikin av øllum á seinasta fundi. Nú skeyt hann upp á ein ullarprís upp á 4 fl fyri vágina, men samtíðis skuldu fólk, ið høvdu minni enn 6 merkur í jørð, sleppa frá at lata »kvantum«. Harumframt skuldu fløt, lýsi og fiskur fara upp í prísi39. Til at strika undir álvarað við sendiferðini nevndi Grækaris Miiller, at hann kostaði sjálvur varamann sín, og at hann tí vónaði at avgerðin fór at vera skjót. At málið kom í drag stóðst ikki bert av ósemju, men eisini av »veikleika« hjá Raben; hetta skilst av einum boðbrævi (missive) frá rentukamarinum til hansara 29.1.1724, har hann verður ámintur um at greiða frá áskoðanini hjá sendimonn- unum báðum — annaðhvørt í einum ella hvørjari sær — og frá sínum egnu hugsanum40. Næstu samráðingum við sendimenninar stílaði Smit rentu- skrivari fyri41; 14. februar skrivaði hann niður hugsanir sínar42. Hann hevði verið við til at gera takstin í 1723, og tí var tað skiljandi, at hann ikki helt hann vera atvold í teimum vána- ligu tíðunum í Føroyum. Vansamálið hjá honum var, at tað var longu tap av hosum og ull, men ikki var ráðiligt at herða politikkin, tí so fóru uppaftur fleiri vørur at verða seldar í loynihandli. Smit gjørdi lítið burtur úr kirkjuullini, sum hann helt bera til at selja beinleiðis, so at kirkjuverjarnir vórðu fyri tapinum. Tá tað galt um hugsanina um umbøtur í takstinum og fyri- skipanini, hevði hann varnast ósemjuna millum báðar sendi- menninar. Hann tordi ikki at samtykkja í uppskotinum hjá Hanusi Jóanssyni, tí at hosurúgvan var longu alt ov stór, men helt seg tætt at uppskotinum hjá Grækarisi Miiller við at skjóta upp, at ullarprísurin varð bækkaður til 4 fl fyri vágina, og at »kvantum« varð avtikið fyri fólk, ið høvdu minni enn 6 merk- ur í jørð ella skóru 80 seyðir — um tað nú endiliga skuldi verða nøkur umbót. Uppskoti Grækarisar um at hækka prísin á fløti, lýsi og fiski kundi Smit samtykkja í — tó ikki sørt himprandi — tí tað var ikki so nógv til av hesum vørum, og á tann hátt kundi verið minkað eitt sindur um loynihandilin. 9 — Fróðskaparrit
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.