Fróðskaparrit - 01.01.1979, Blaðsíða 93

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Blaðsíða 93
The Case of »Hernilds kvseði 101 saman við keldu sína »Hermund illa«, sum, av tí at tað er so nær í ætt við norska kvæðið »Hermoð Ille«, verður hildið vera av elstu føroysku kvæðum: hetta kvæðið er til í átta uppskriftum víðan úr landinum. Málið í »Hernilds kvæði« talar fyri, at tað er ungt: 8 °/o av rímunum eru av orðum, sum eru komin inn í føroyskt mál úr donskum, ætlandi gjøgn- um rím í donskum vísum,sum vunnu yndi í Føroyum við donsku vísu- bókunum. Her kann aftur verða borið saman við uppskriftirnar av »Her- mundi illa«: eingin teirra hevur meira enn 4 °/o av donskum rímorðum. Av tí at hesi donsku rímini í »Hermundi illa« eru bert í eini av høvuðs- uppskriftunum, er líkt til, at tey eru øll afturatkomin í seinni tíð. Tað sindrið, sum er tøkt til at meta um aldur á føroyskum kvæðum, bendir á, at »Hernilds kvæði« man vera yrkt í 18. øld ella í fyrra helmingi av 19. øld. Tað er einki í »Hernilds kvæði«, ið skilur tað frá øðrum føroyskum kvæðum. Yrkjarin, ið helst man vera úr Norðuroyggjum, sýnir skapanar- gávur. Samanburður millum hetta kvæði og tað, hann hevði til fyrimynd, sýnir, at hann er heilt ólíkur teimum almúgulistamonnum, sum kvæða- granskararnir Cecil Sharp og Gordon Gerould umrøða sum óavvitandi og tilvildarliga skapandi. Tvørturímóti, tær broytingar, sum hann gjørdi í »Hermundi illa« vóru miðvísar, sprotnar av ynski um at lýsa persónarnar uttan tvískinning og at siga søguna í einfaldari siðaligum ljósi. Hann yrkti ikki nýggja kvæði sítt ørindi fyri ørindi eftir fyrimyndini. Hesin kvæðayrkjarin ber seg at mestsum ein rithøvundur, ið endurskapar eitt verk úr øðrum tíðarskeiði. Um skaldskapur hjá óskriftførari almúgu er øðrvísi vorðin enn hjá fólki við gomlum bókmentaarvi, kemst tað ikki av tí, hvørt høvundur og skald eru meir ella minni »óavvitandi« ella »avvitandi« í skapan síni. Heldur er orsøkin at finna í teimum ólíku umstøðum, sum hesi verk eru skapað og notin í, teimum ólíku fagur- frøðiligu reglum, ið valda tilevning teirra og teimum ólíku samfelagsligu bondum, ið liggja á teimum, ið tiggja skulu. Department of Scandinavian, University of Washington, Seattle, Washington 98195 U. S. A.
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.