Fróðskaparrit - 01.01.1979, Side 93
The Case of »Hernilds kvseði
101
saman við keldu sína »Hermund illa«, sum, av tí at tað er so nær í ætt
við norska kvæðið »Hermoð Ille«, verður hildið vera av elstu føroysku
kvæðum: hetta kvæðið er til í átta uppskriftum víðan úr landinum.
Málið í »Hernilds kvæði« talar fyri, at tað er ungt: 8 °/o av rímunum eru
av orðum, sum eru komin inn í føroyskt mál úr donskum, ætlandi gjøgn-
um rím í donskum vísum,sum vunnu yndi í Føroyum við donsku vísu-
bókunum. Her kann aftur verða borið saman við uppskriftirnar av »Her-
mundi illa«: eingin teirra hevur meira enn 4 °/o av donskum rímorðum.
Av tí at hesi donsku rímini í »Hermundi illa« eru bert í eini av høvuðs-
uppskriftunum, er líkt til, at tey eru øll afturatkomin í seinni tíð. Tað
sindrið, sum er tøkt til at meta um aldur á føroyskum kvæðum, bendir
á, at »Hernilds kvæði« man vera yrkt í 18. øld ella í fyrra helmingi av
19. øld.
Tað er einki í »Hernilds kvæði«, ið skilur tað frá øðrum føroyskum
kvæðum. Yrkjarin, ið helst man vera úr Norðuroyggjum, sýnir skapanar-
gávur. Samanburður millum hetta kvæði og tað, hann hevði til fyrimynd,
sýnir, at hann er heilt ólíkur teimum almúgulistamonnum, sum kvæða-
granskararnir Cecil Sharp og Gordon Gerould umrøða sum óavvitandi og
tilvildarliga skapandi. Tvørturímóti, tær broytingar, sum hann gjørdi í
»Hermundi illa« vóru miðvísar, sprotnar av ynski um at lýsa persónarnar
uttan tvískinning og at siga søguna í einfaldari siðaligum ljósi. Hann
yrkti ikki nýggja kvæði sítt ørindi fyri ørindi eftir fyrimyndini. Hesin
kvæðayrkjarin ber seg at mestsum ein rithøvundur, ið endurskapar eitt
verk úr øðrum tíðarskeiði. Um skaldskapur hjá óskriftførari almúgu er
øðrvísi vorðin enn hjá fólki við gomlum bókmentaarvi, kemst tað ikki
av tí, hvørt høvundur og skald eru meir ella minni »óavvitandi« ella
»avvitandi« í skapan síni. Heldur er orsøkin at finna í teimum ólíku
umstøðum, sum hesi verk eru skapað og notin í, teimum ólíku fagur-
frøðiligu reglum, ið valda tilevning teirra og teimum ólíku samfelagsligu
bondum, ið liggja á teimum, ið tiggja skulu.
Department of Scandinavian, University of Washington, Seattle,
Washington 98195 U. S. A.