Fróðskaparrit - 01.01.1979, Page 8
16
Ferðsluóhapp sum almannafyribrigdi
6. MYND
SKADD
6. mynd. Skaddir motorsúkklukoyrarar. Her er bert kallkynið umboðað.
Hesir munir eru hagfrøSiliga álítandi, men á hesum sinni skulu
hesi fyribrigdi og møguligar orsakir teirra ikki viðgerast nærri.
SkaSarnir hava havt viS sær rættiliga nógvar innleggingar,
sum sæst á 1. talvu, og eiga tí at verSa havdar í huga nýggjar
kanningar, sum vísa, at sjúkrahúsvist hjá børnum í sjálvari
sær kann verSa skaSilig, møguliga elva til varandi mein (Ro-
bertson 1970, Christoffersen 1974).
ASrastaSni hava royndir veriS gjørdar at meta um sam-
felagsútreiSslurnar av skaSa (Thomsen 1969, Andreassen
1972). Tær útreiSslur, talan verSur um, eru (vit hugsa ikki um
skaSa á akførum o. t.):
1. BeinleiSis útreiSslur til viSgerS hjá kommunulækna, á
skaSastovu ella viS innlegging á sjúkrahús.
2. Endurgjøld frá trygging og almannaveitingar.
3. Mist arbeiSstíS og -løn (framleiSsla) hjá teimum skaddu.
Fyrst má metast um taliS á skaddum. Taka vit tølini frá
løgregluni, liggja tey fyri tey seinastu árini um 100, tølini frá
Landssjúkrahúsinum fyri 1978 eru 231 (munurin millum hesi
tølini er vanligur allastaSni). Fyri landiS sum heild má taliS