Fróðskaparrit - 01.01.1979, Side 10

Fróðskaparrit - 01.01.1979, Side 10
18 Ferðsluóhapp sum almannafyribrigdi Jørgensen 1976), meðan miðaltíðin upp á hvønn sjúkling er nakað minni her hjá okkum. Útreiðslurnar til sjúkrahúsvistina vóru kr. 491.905. Verður hetta umroknað til 130 fólk, verða tað um leið 710.500. Samanlagt verða útreiðslurnar til við- gerð sostatt um kr. 720.500 um árið. Viðvíkjandi útreiðslunum undir 2. petti hava vit einki tal fyri almannaveitingar, men tryggingarpeningurin fyri fólka- skaðar av ferðsluskaða var í 1978 um kr. 600.000. At enda kemur undir 3. petti arbeiðsmissurin, sum sam- felagið hevur verið fyri av ferðsluskaða. Fyrst eru tað tey, ið hava fingið lítlan skaða. Her er tann mista arbeiðstíðin ikki long, tí helmingurin er yngri enn 17 ár. Meta vit, at øll hini vóru í lønandi vinnu, og at í miðal varð mist 1 vika, so verður missurin (um vit rokna við arbeiðsmannaløn, um 1200 kr. um vikuna) umleið kr. 100.000. Lønarmissurin hjá teimum 90, sum vórðu innløgd á Landssjúkrahúsið í 1978, er við gjøgnum- gongd, útroknaður til um 210.000 kr., um tey fingu arbeiðs- mannaløn, og um øll grøddust á besta hátt. Tað hevur enn ikki verið gjørd nøkur eftirkanning at vita, hvussu tað í veruleik- anum er gingið. Um nakar fekk varandi mein ella gjørdist av- lamin, vita vit ikki enn. Rokna vit hetta talið um til 130 fólk, fáa vit umleið kr. 303.000. Talið á deyðum hevur seinastu árini verið um 5. Útreiðslan hjá samfelagnum verður her tað mista arbeiðið (framleiðslan). Meta vit miðalaldurin til 25—30 ár (og hetta eru yvirhøvur annars frísk fólk), so verður her ein missur upp á eini 40 virkisár fyri hvørt fólk. Rokna vit við arbeiðslønini í 1978, um kr. 60.000, so verður missurin um leið kr. 12.000.000. Fyri tey, sum møguliga gerast avlamin, hava vit ikki enn nøkur tøl, og her er eisini neyðugt at telja gjøgnum fleiri ár, tí tølini í sjálvum sær eru so smá. Her verður, um tað er fult av- lamni, talan um mist arbeiðsár og um almannaveitingar, so samfelagsútreiðslurnar fyri hvørt mist arbeiðsár fyri hvørt fólk kunnu metast til umleið kr. 100.000. Samanlagt fáa vit eitt tal upp í móti 14 mill. kr. Tá er einki tikið við av almannaveitingum og ikki roknað við nøkrum avlamnum, so hetta er ein minstameting.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.